Leiðaraskifti og umskipan á deildunum hjá Føroya Sparikassa í Eysturoy

TíÐindaskriv

Deildarbygnaðurin hjá Føroya Sparikassa í Eysturoy verður við virknaði frá 1. februar 2003 broyttur soleiðis, at deildin í Runavík verður høvuðsdeild fyri allar deildirnar í Eysturoynni. Hetta verður gjørt fyri at samskipa arbeiðið á deildunum betri og fyri best møguligt at gagnnýta tann sakkunnleika, sum er á deildini í Runavík, har serstøk vinnulívsdeild hevur verið síðani 2001.
Samstundis fer eitt leiðaraskifti fram í Runavík.
Tummas M. Jacobsen, sum tann 1. februar 2003 hevur virkað sum deildarleiðari í Runavík í 15 ár, hevur ynskt at royna nýggjar avbjóðingar í Føroya Sparikassa og fer framyvir at virka sum fulltrúi á Kredittdeildini í Tórshavn við ábyrgd av privatkundum.
Frá 1. februar 2003 er Jónleif Th. Jacobsen settur sum deildarleiðari fyri deildirnar í Eysturoy, og Kristine Ellingsgaard er sett sum varaleiðari fyri deildirnar í Eysturoy.
Bæði eru kend andlit í Sparikassanum. Jónleif er 45 ára gamal, er giftur og hevur eina dóttir og tveir synir. Hann hevur verið varaleiðari á deildini í Runavík síðani 1. mai 2000 við ábyrgd av vinnulívskundunum, og hevur áðrenn tað arbeitt í Føroya Banka í 25 ár. Kristine er 35 ára gomul, er gift og hevur tveir synir. Hon hevur verið deildarleiðari á deildunum í Fuglafirði og við Gøtugjógv síðani 1. august 2001. Kristine hevur lært í Føroya Sparikassa, og hevur arbeitt á deildunum í Fuglafirði og við Gøtugjógv síðani 1988.
Framyvir fara Jónleif og Kristine at virka sum eitt leiðslutoymi fyri allar deildirnar í oynni. Jónleif fer at hava yvirskipaðu leiðsluna og leiðsluna fyri vinnulívsdeildini í Runavík. Kristine fer at hava dagligu leiðsluna av privat-kundadeildini í Runavík og yvirskipaðu leiðsluna av hinum deildunum í Eysturoy.