Leiðarin í Trivnaðartænastuni sagt upp

Aftaná trý ár í starvi, hevur Jóanes N. Dalsgaard, leiðari fyri Trivnaðartænastuna undir Nærverkinum, valt at siga seg úr starvi.

Trivnaðartænastan undir Nærverkinum, sum hevur ábyrgdina av dag- og døgntilboðum til vaksin menningartarnað, hevur eini 400 fólk í starvi.

– Upprunaliga setti eg mær fyri at fáa betri dygd fyri somu játtan. Men eg má viðganga, at hetta havi eg ikki megnað, sigur Jóanes N. Dalsgaard, ið ikki hevur annað fast starv á hondini.

- Eg eri typan, sum vil hava ting at henda, og her er ov lítið hent. Eg ynskti at effektivisera og rationalisera fyri at fáa meira góðsku fyri somu pengar. Nú kann onkur annar taka yvir - antin ein, sum megnar hesa uppgávuna betur enn eg, ella ein, sum góðtekur støðuna, sum hon er.


Jóanes N. Dalsgaard, sigur við Sosialin, at higartil hevur arbeiðið snúð seg um at fáa pengarnar at strekkja til.

- Tá er púra vónleyst at budgetera og at leggja langtíðarætlanir, sigur hann, sum eisini heldur tað vera ein trupulleika, at hóast tað ikki hava verið beinleiðis niðurskerjingar á økinum, so hevur játtanin ikki tikið hædd fyri reguleringum ella svarað til reella prístalsvøksturin.

- Eftir mínum tykki er tørvur á einari umfatandi umskipan av økinum. Men tað hevði kravt eina munandi styrking av sentralu umsitingini hjá Trivnaðartænastuni, sigur hann.

Fráfarandi leiðarin fer nú at seta á stovn egið virki, har hann fer at bjóða seg fram sum ráðgeva og undirvísara, eitt nú innan HR-menning.

- Eg rými ikki úr Nærverkinum, men eg havi aðrar spennandi ætlanir, sum eg heldur vil savna meg um, sigur 37 ára gamli stjórnmálafrøðingurin, sum fer frá 1. februar.