Leiðslurnar ikki við í politikkinum

Sambandstingmaðurin eftirlýsir, at leiðslurnar í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum taka stig til at finna felags breiða semji í staðin fyri bert at tosa

John Johannessen


? Tosað og skrivað verður millum sambandsflólk um, at ljós sæst fyri einari breiðari semju við Javnaðarflokkin í sjálvstýrismálinum. Men trupulleikin við hesum er, at talan bert er um tos.

Heðin Morytensen, ið er valdur inn á ting fyri Sambandsflokkin í Suðursteymoy, heldur lítið um keglið, sum í seinastuni hevur tikið segg upp í Sambandsflokkinum, um í hvønn mun flokkurin skal vera við til at seta dagsskránna í málinum um ríkisrættarligu støðu Føroya.

? Vit hava fingið staðfest, at fólk bæði úr Sambandsflokkinum og úr Javnaðarflokkinum síggja møguleika fyri semju millum hesar flokkar og Fólkaflokkin í málinum um ríkisrættarligu støðuna. Men kortini taka leiðslurnar í flokkunum eingi stig til at tosa saman um hesi tingini.

Heðin Mortensen vísir á, at tað ikki bert nyttar at síggja innsiglingarljósið til breiðu semjuna. Sambandsflokkurin má eisini sigla við inn í samráðingarhavnina, heldur hann.

? Vit hava í uppskoti okkara, »Nýggjar Tíðir«, fínan farm, og mugu vit syrgja fyri at skipa hendan farmin upp á bryggjuna, har farmurin hjá Javnaðarflokkinum eisini er. Har kunnu vit síðani samráðast um, hvør skal keypa hvat frá hvørjum, sigur Heðin Mortensen.

Spurningurin er so, hví hevur Heðin Mortensen ikki gjørt nakað við hetta, til dømis við at taka stig til samráðingar.

? Tað kann eg væl, men tað er ikki mín uppgáva at virka sum leiðsla fyri flokkin. Eg havi gjørt vart við mína ónøgd á rætta stað, og kann eg nú ikki gera meir.

Heðin Mortensen heitir á floksfelagar sínar um at gevast við at kjakast um fullveldismálið í bløðunum, men heldur halda innanhýsis fund um málið. Annars, heldur hann, fer málið út at flóta, og tá verður keglið til fyrimuns fyri landsstýrið.

? Sum nú er, bíði eg bert eftir fundarboðum, sigur Heðin Mortensen.