Hernaðarleiðarar í USA og Russland hava snakkað saman

USA hevur eins og fleiri onnur lond heitt á allar amerikanskar ríkisborgarar í Ukraina um at fara út landinum innan 48 tímar.

Hernaðarleiðararnir í USA og Russlandi hava snakkað saman í telefon. Tað upplýsir amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, í kvøld.

 

Boðini um samrøðuna millum russisku og amerikansku hernaðarleiðararnar, Valerij Gerasimov og Mark Milley, komu, eftir at USA hvassliga hevur ávarað Russland um støðuna við markið til Ukraina.

 

Russland hevur sambært útlendskum keldum seinastu tíðina mannað seg við nógvum herfólki og akførum við markið til Ukraina, og stúrt hevur verið fyri, at landið fer at leypa á Ukraina.

 

USA hevur eins og fleiri onnur lond heitt á allar amerikanskar ríkisborgarar í Ukraina um at fara út landinum innan 48 tímar.

 

Trygdarráðgevin í USA, Jake Sullivan, hevur tó sagt, at amerikansku myndugleikarnir ikki við vissu vita, um Russland fer at taka seg inn í Ukraina.

 

Tíðindastovan NTB skrivar í kvøld, at samrøðurnar millum hernaðarleiðararnar, Valerij Gerasimov og Mark Milley, ikki verða kunngjørdar, upplýsir ein hernaðartalsmaður í USA.