Tað er ikki so torført at ímynda sær, at tá Jens Martin Knudsen verður venjari í Leiftri, so fer felagið hjá honum at verða áhugað í at knýta føroyskar spælarar afturat sær. Men sjálvt um hetta er upplagt, so er hetta ikki so einfalt.
Um Leiftur skal hava føroyskar spælarar, og um teir ikki skulu rinda føroyskum feløgum upphæddir í fleiri hundrað túsund tals krónur flokkinum fyri teir, so skulu spælararnir ikki frammanundan vera sáttmálabundnir við føroysk feløg.
Skal kanna málið
Umboð fyri felagið á Ólafsfirði hava verið í Føroyum um vikuskiftið, og umframt at teir hava samráðst við Jens Martin Knudsen, sum verður fyrsti føroyski venjarin á hægsta stigi uttanfyri landoddarnar, so hava teir tosað við í hvussu so er ein spælara.
Vit skilja á lagnum, at Sámal Joensen hjá GÍ er upp á tal til felagið á Ólafsfirði. Sámal er nú leysur av sáttmálanum, sum hann hevur havt við GÍ, og hann hevur ikki skrivað undir nakran nýggjan sáttmála ? hvørki við GÍ ella nakað annað felag.
Jens Martin Knudsen fer nú fríggjadagin til Íslands, og tað er møguleiki fyri, at Sámal Joensen fer saman við honum. Jens Martin skal yvir at skriva undir nýggjan sáttmála, og Sámal Joensen fer møguliga yvir at hyggja seg um.
Sámal Joensen váttar, at Leiftur hevur spurt seg fyri um møguleikan fyri samstarvi komandi kappingarár, men gøtumaðurin hevur ikki tikið støðu til, hvussu tað verður:
? Um tað skuldi komið upp á tal at farið til Íslands, so hevði eg ikki tikið støðu til nakra samstarvsavtalu, fyrrenn eg hevði verið og hugt at umstøðunum. Tað kann væl vera, at eg fari at hyggja meg um, men avgerð er ikki tikin um hetta, sigur Sámal Joensen, sum samstundis váttar, at følarar eisini hava verið frá onkrum øðrum feløgum í Føroyum enn GÍ, sum hann altíð hevur spælt fyri.
Tíðliga í summar var Leiftur áhugað í at keypa Sámal Joensen, men tá vildi GÍ, sum fram til endan á kappingarárinum hevði sáttmála við landsliðsmannin, ikki geva hann leysan, uttan at teir fingu eitt tilboð frá Leiftri at taka støðu til. Sámal Joensen fekk eitt tilboð, men GÍ fekk einki tilboð, og so spurdist ikki meiri burturúr enn tað, at GÍ heitti á FSF um umvegis íslendska fótbóltssambandið, KSÍ, at biðja Leiftur halda seg burtur frá at tosa við spælarar, ið vóru sáttmálabundnir í GÍ.