Leiga privatflogfar til stjørnurnar

Ensku stórfeløgini samstarva um at fáa suðuramerikansku spælararnar fyrr heim undan dystunum um vikuskiftið.

Tað kostar ensku stórfeløgunum eina lítla millión at fáa suðuramerikansku fótbóltsstjørnurnar heim aftur til Onglands í góðari tíð undan dystunum um vikuskiftið.

 

Tey trý feløgini Chelsea, Manchester City og Liverpool hava valt at leiga eitt privatflogfar fyri at tryggja sær, at David Luiz, Willian, Fernandinho, Philippe Coutinho og Roberto Firmino koma skjótast gjørligt heim til London, Manchester og Liverpool. Kostnaðin deila tey millum sín. 

 

Teir fimm brasiliumenninir skulu í nátt spæla móti Peru og síðani liggur leiðin til Onglands. 

 

Liverpoo, við Coutinho og Firmino , spæla leygardagin á útivølli  móti Southampton. Manchester City og Fernandinho spæla leygardagin móti Crystal Palace, esini á útivølli, meðan Chelsea, við David Luiz og Willian, spæla á útivølli móti Middlesbrough sunnudagin.