Leigusáttmáli stýrir uttanríkispolitikki

Føroyska sendistovan í London verður ikki stongd, eins og landsstýrið annars hevur ætlað. Orsøkin er eitt dýrt leigumál um íbúð til sendiharran, sum Løgmansskrivstovan ikki sleppur burturúr

Føroyska sendistovan í London verður ikki stongd, eins og landsstýrið annars hevur ætlað. Orsøkin er eitt dýrt leigumál um íbúð til sendiharran, sum Løgmansskrivstovan ikki sleppur burturúr

 

16. mars í fjør boðaði løgmaður frá, at føroyska sendistovan í London skuldi lata aftur. Í staðin skuldi diplomatiska virksemið í Bretlandi røkjast úr Brússel.

 

Avgerðin var liður í rationaliseringum á uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni, segði Kaj Leo Holm Johannesen tá.

 

Eftir ætlan skuldi føroyska sendistovan í London lata aftur í fjørheyst, men síðani er einki hent.

 

Herfyri spurdi Poul Michelsen um ætlanirnar hjá landsstýrinum við føroysku sendistovunum.

 

Undir orðaskiftinum upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen fyri løgtinginum, at ætlanin at lata aftur føroysku sendistovuna í London er slept.

 

Sambært løgmanni fekst ikki meiriluti fyri at lata aftur sendistovuna í London.

 

- Tað bleiv so øgiliga kensluborið. Fólk fóru at tosa um flaggið og tað mugu vit eisini virða. Tí verður ikki talan um at niðurleggja sendistovuna í London, segði Kaj Leo Holm Johannesen á tingsins røðarapalli.

 

Men avgerðin um ikki at lata aftur føroysku sendistovuna í London byggir á heilt annað grundarlag enn politiskan meiriluta, kenslur og Merkið.

 

Avgerðin byggir snøgt sagt á eitt dýrt leigumál fyri eina sendiharraíbúð, sum Løgmansskrivstovan ikki sleppur burtur úr fyrr enn á heysti næsta ár.

 

Tað váttar Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri.

 

- Orsøkin til at sendistovan ikki verður niðurløgd og virksemið flutt til Brússel er, at leigusáttmálin um sendimannaíbúðina í London vísti seg ikki at kunna sigast upp í leigutíðarskeiðnum, sigur Marjun Hanusardóttir.

 

Sambært løgmansstjóranum er leigutíðarskeiðið frá september 2011 til august 2014.

 

Leigusáttmálin um sendimannaíbúðina er gjørdur av og til Jóannes V. Hansen, sum eftir ætlan skal vera føroyskur sendimaður í London hetta tíðarskeiðið.

 

Spurd beinleiðis, um føroyskur uttanríkispolitikkur nú skal stýrast av einum leigusáttmála um eina sendimannaíbúð, svarar Marjun Hanusardóttir:

 

- Nei, tað skal ikki vera so. Uttanríkispolitikkurin skal ikki formast av leigusáttmálum. Men Løgmansskrivstovan skuldi fremja stórar sparingar, tá á vári 2012, og hetta var mett at vera ein máti at spara pengar.

 

Men sparingin varð sum kunnugt av ongum. Og avgerðin at lata aftur sendistovuna í London er slept.

 

- Man var kanska dekan ov skjótur, sigur Marjun Hanusardóttir, sum ásannar, at Løgmansskrivstovan hevði ikki allar smálutirnar uppá pláss.

 

Løgmansskrivstovan kendi við øðrum orðum ikki innihaldið í tí leigusáttmála, sum sendimaðurin í London hevði gjørt og miðfyrisitingin góðkent.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra løgmann greiða løgtinginum frá, hví sendistovan í London kortini ikki verður latin aftur.