Á Facebook-síðuni hjá B71 - B71 barna-og ungdómsfótbóltur - verður í gjár boðað frá, at korona-farsóttin nú eisini hevur rakt besta lið hjá felagnum.
- So hendi tað, sum vit stúrdu fyri, men sum vit vónaðu ikki fór at koma fyri. Tríggir leikarar hjá 1. deild, monnum, eru testaðir positivir fyri korona.
B71 vísir á, at spælararnir hava sett seg í samband við landslæknan, sum ráðførir leikararnar og hjálpir til við smittusporingini.
- Øll venjing hjá monnum er avlýst komandi tíðina, og vit royna at fáa boð runt til øll, sum hava verið í samband við teir tríggjar seinastu tíðina.
Í B71 leggja tey aftrat, at tey hava sett seg í samband við øll, tey vita um, sum kunnu hava verið í samband við korona-raktu leikararnar.