Leikbannið kann strikast

Kappingarnevndin hjá FSF fer leygarmorgunin at taka støðu til, hvørt Ovi Nysted kann spæla dyst leygardagin.
Ivamálið um hetta stendst av, at Ovi eftir dystarlok í Gundadali sunnudagin fekk reytt kort frá dómaranum. Kortið sjálvt stendur sjálvandi við, men tað er væl hugsandi, at leikbannið verður strikað, eftir at tað er komið fram, at dómarin sjálvur heldur seg kanska hava gjørt dekan ov nógv av.
Formaðurin í kappingarnevndini, Bjarki Mohr, hevur í vikuni verið burturstaddur, og tí hevur ikki verið gjørligt at samla nevndina í vikuni. Sjálvur sigur Bjarki, at hann ikki kann siga nakað her og nú um, hvørt leikbannið verður strikað ella ikki.