Leikhúsjól í Utvarpshøllini

   

Enn einaferð hevur Havnar Sjónleikarfelag so nógv á skránni, at rúm er ikki fyri øllum í Sjónleikarhúsinum.

Sum fleiri áður hava víst á er virksemi hjá Havnar Sjónleikarfelag ógvuligani stórt. Í grundini nógv tað stórsta í landinum.

Í Sjónleikarhúsinum gera vit klárt til stóra tiltakið sum fer av bakkastokki nýggjársaftan so aftur einaferð mugu við út um okkara egnu húsakarmar at hava sýningar. Vit hava fyrr havt sýningar hjá Leikarafelagnum á Gamla Meiarínum og í Norðurlandahúsinum og nú eru vit í Útvarpshøllini við LEIKHÚSJÓL 1999:

Nógv fólk halda óiva at tað er so langt frá býnum at fara niðan í Útvarpið, at tað ikki er »tað sama« o.s.fr., men fyrimunirnir eru fleiri. T.d. eru nógv fleiri parkeringspláss enn uttanfyri Sjónleikarhúsið, pláss er fyri eini 180 áskoðarum, og tað kemur væl við hjá øllum, tí flest fólk vita hvussu torført tað kann vera at fáa atgongumerki til LEIKHÚSJÓL.

Sýningarnar verða 7 í tali:

11.+12.+13.+15.+17.+18. 0g 19. desember, allar dagar kl. 17.

Børnini sum eru leikarar í LEIKHÚSJÓL í ár, eru 7?13 ára gomul og ganga øll á Sjóleikaraskúlanum sum Havnar Sjónleikarfelag og Frítíðarvirksemi hjá Tórshavnar Kvøld?og ungdómsskúla samstarva um. Leiðari er aftur í ár Hedvig Westerlund, sum vit eru glað fyri, m.a. orsaka av framhaldinum í undirvísingini/frálæruni.

Temaði í ár er jólasøgur og sangir úr ymsu norðanlondunum. Søgurnar verða á føroyskum, meðan sangir og yrkingar verða frambornar á upprunamálinum. Tankin í øllum er at venda baki til stressaðu jólini sum vit kenna tey og toyggja okkum aftur í tíðina til jólahugnan og siðvenjuna sum var í hesum londum.

Børnini hava sjálvi saman við Hedvig dramatiserað søgurnar, og eru sloppin sera væl frá tí.

Annars er at siga, at Sjónleikarskúlin koyrir nú á 2. ári. Í fjør var tað MáF og í ár Havnar Sjónleikarfelag sum hava samstarva við Tórshavnar Kvøld?og Ungdómsskúla um skúlan. Allir næmingarnir sum melda seg til sleppa framat, einasta krav er at næmingurin møtir upp til hvørja venjing. Tað sigur seg næstan sjálvt at tað má verða minsta krav, tí um ein ikki veit hvør ella hvussu nógv møta til venjing, ber ikki til at fyrireika undirvísingina og slett ikki eina almenna sýning. Annars verður ikki skilt ímillum um næmingurin er gávuríkur ella ikki, meiningin er at geva næmingunum kunnleika til artikulatión í rødd og rørslum og týdningin av at kenna leiklutirnar hjá hinum leikarunum eins væl og sín egna.