Leikhátturin komandi kappingarár

Kappingin í flogbólti byrjar av aftur vikuskiftið 14. oktober, men longu vikuskiftið 7/8 oktober verður stór flogbólskapping í Havn, tann sonevnda FK-kappingin.


Broyttar reglur

Í samband við kappingarárið hevur nevndin í Flogbóltssamabndinum samtykt, at leikhátturin í ár verður broyttur soleiðis, at leikt verður best av 5 settum, soleiðis at skilja, at tann sum fyrst hevur vunnið 3 sett hevur vunnið dystin. 4 tey fyrstu settini eru upp í 25, meðan 5 og seinasta settið er upp í 15. Eins og áður skulu 2 stig vera á muni í settinum áðrenn vinnarin er funnin. Tvs. at settið kann enda 30-28 og ikki 26-25 o.s.v.

Farið verður sostatt burtur frá leikháttinum við tveimum hálvleikum, sum leikt varð eftir seinasta ár, m.a. tí hini Norðanlondini eisini hava broytt leikhátt. Hetta tí FIVB á fundi í Sevillia í august í ár, sum vit eisini luttóku á, greitt segði, at ongar broytingar av týdningi verða gjørdar næstu 3 árini.

Til ber at síggja leikskipanina á heimasíðuni, eins og har stendur at lesa um flogbóltsdystirnar úr OL.