Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð, sum hevur heimild í løgtingslógini um Tjóðpall Føroya Leikistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya. Ein av uppgávum Leiklistaráðsins er at seta stjóran fyri Tjóðpallin. Leiklistaráðið hevur harumframt aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild.
Leiklistaráðið verður valt fyri trý ár í senn og telur sjey fólk. Landsstýriskvinnan tilnevnir tvey umboð, har annað er formaður. Hinir limirnir í Leiklistaráðnum verða tilnevndir av ávikavist Leikarafelag Føroya, Meginfelag Áhugaleikara Føroya, Listafólkasambandi Føroya, Tórshavnar býráð, umframt at Tjóðpallur Føroya velur eitt umboð fyri starvsfólkini.
Landsstýriskvinnan hevur tilnevnt Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum, til at halda fram eitt skeið afturat sum forkvinna í Leiklistaráðnum, og Jóan Petur Hentze, aðalskrivara í Kommunusamskipan Føroya, til ráðslim.
Hinir limirnir í Leiklistaráðnum eru: Laura Joensen fyri Leikarafelag Føroya, Jógvan E. Ósá fyri Meginfelag áhugaleikara Føroya, Oddfríður Marni Rasmussen fyri Listafólkasamband Føroya og Gulla Øregaard fyri Tórshavnar býráð. Starvsfólkaumboð Tjóðpalsins er Ria Tórgarð.
Nývalda Leiklistaráðið virkar frá 1. mars 2008 og fram til 1.mars 2011, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi.