Leiknir vann seg víðari í steypakappingini

Dánjal á Lakjuni slapp at spæla allan dystin á tamb, tá lið hansara Leiknir tók ímóti Ármanni úr fjórðbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Talan var um eina 1/16 finalu í íslendsku steypakappingini. Leiknir vann 3-0. Støðan í steðginum var 1-0.

 

Ármann hevði bert ein veruligan málmøguleika í dystinum, sum endaði á yvirleggjaranum. Annars sat Leiknir á øllum á Leiknisvøllinum í kvøld.

 

Dánjal á Lakjuni hevði fleiri góð innlegg úr høgru síðu, og í 43. minutti legði hann upp til 1-0 málið, sum Sævar Freyr Alexandersson beindi í málið.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Ólafur Hrannar Kristjánsson til 2-0, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat økti Hilmar Árni Halldórsson til 3-0.

 

Dánjal sigur í stuttari viðmerking til Sportalin, at hann ergrar seg um, at tað ikki eydnaðist honum at skora, tí hann hevði onkran góðan málmøguleika í dystinum.

 

Leygardagin tekur Leiknir ímóti KA av Akureyri í heimadysti í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.