Leikrit: Á heimleið

Ilt hevur verið at gjørt av, hvør ið standa skal sum høvundur, nú íslendski leikurin ”Á HEIMLEIД – týddur til føroyskt – kemur út sum Leikrit 32 í røðini.

 

Vit hava valt navnið á honum, sum gjørdi skaldsøguna ”Á heimleið” um til leik í 1939. Tað var Lárus Sigurbjörnsson (1903-1974). Skaldsøguna hevði móðir hansara, Guðrún Lárusdóttir (1880-1938), skrivað. Bókin kom út í 1913, (í danskari týðing í 1916).

 

Klæmint Dalsgaard (1897-1983), ættaður úr Skálavík, týddi leikin til føroyskt. Hann er prentaður í ”Varðanum” 20. bindi, 1940.

 

Vert er at nevna, at Victor Danielsen gav skaldskapinum hjá Guðrúni Lárusdóttur ans. M.a. týddi hann tríggjar smásøgur hennara, sum komu út í bók í 1957, 2. útg. 1979. Hetta mundi koma av, at faðir Guðrúnar var fríkirkjuprestur, og ein táttur í leikinum er hesin, at fólkakirkjuprestar eru ikki nóg sterkir í trúnni.

 

Leikurin er, tað vit vita, ongantíð settur á pall í Føroyum.

 

Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.

 

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

 

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

 

Leikrit 32 er 150 síður.

 

 

 

Forlagið FANNIR