Leingi eftirtraktað uppflyting veruleiki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Giza Hoyvík fekk rættað uppá ymisk ting í steðginum, og tað bar á mál

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá Giza/Hoyvík, Frankie Jensen, sum ígjár við liði sínum vann uppflyting upp í næstbestu fótbóltsdeildina, tá Giza/Hoyvík vann 3-1 á TB við Stórá í Trongisvági.

 

Giza/Hoyvík fekk styrkt seg í steðginum, og tað bar so á mál hjá Frankie og hansara monnum. Talan er um eina leingi eftirtraktaða uppflyting hjá Giza/Hoyvík, sum er gloppin hini árini. 

 

Nú ætlar Giza/Hoyvík at stabilisera seg í 1. deild. Við einum nýggjum vølli uppi í Hoyvík, og einum komandi ungdómsarbeiði vónar felagið at gerast ein veruligur faktorur í Suðurstreymoy.