Sáttmálastríð
30. desember vóru Ellintur M. Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag og umboð fyri nótaskipini á einum óformellum fundi um støðuna, nú veiðiflotin hevur verið raktur av verkfalli síðan, 18. desember.
Óformellur fundur
Ellintur sigur, at hetta var ein óformellur fundur, har partarnir fingu høvi at greiða frá sínum sjónarmiðum og annars tosa saman um støðuna.
- Hetta var ikki nakar semingsfundur, og eingin nýggjur fundur er avtalaður, sigur hann.
Ellintur veit at siga, at annar semingsmaðurin, Suni S. Jacobsen, ringdi nýggjársaftan og segði, at feløgini fóru at frætta frá semingsmonnunum í nærmastu framtíð, sum formaðurin hjá skiparum og navigatørum tekur til.
- Nær ein nýggjur fundur verður, vita vit ikki, men sum er, bíða vit eftir semingsmonnunum. Tað eru teir, sum kalla til fundar, soleiðis sum støðan er, sigur hann.
Leingir pínuna
Sum kunnugt, hava nøkur skip loyst millum jól og nýggjárs, hóast tey eru fevnd av sáttmálanum millum FSN og FR. Skipini, sum eru nevnd í hesum sambandi, eru eitt nú Sæborg, Sjóborg, Fríðborg og Norðleivur.
Ellintur veit at siga, at Vesturfarið og Skarðhamar eisini hava verið úti, men hesi eru ikki fevnd av sáttmálanum, sum stríð er um.
Hvørjum sáttmála, hesi skip virka eftir, veit Ellintur ikki at siga.
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur ikki, at nakað skip, sum er fevnt av sáttmálanum hjá felagnum, er úti í løtuni
- Tað er rættiliga hugstoytt og leingir bara um pínuna, at skip loysa undir verkfallinum. Vit vóru í samband við onkran av monnunum í nevndu feløgunum, sum lótu skipini fara. Hesir søgdu, at teir loystu ikki, meðan sáttmálastríð er. Kortini lótu teir skipini fara útaftur, og tað er hugstoytt, sigur Ellintur M. Abrahamsen.
Seinasta!!
Beint áðrenn Sosialurin fór til prentingar í gjár, ringdi Ellintur og segði, at semingsmenninir høvdu kallað feløgini til fundar kl. 13 fríggjadagin á Hotel Føroyum.