Leirvíkstunnulin verður stongdur í kvøld

Fráboðan frá Landsverki og Tunnil.fo:

Leirvíkstunnulin verður stongdur í kvøld frá midnátt til klokkan 4. Bilar sleppa ígjøgnum klokkan 02.00.

 

Ikki er koyrandi eftir gamla Leirvíksvegnum.

 

Vágatunnilin er stongdur fyri ferðslu hvørja nátt frá mánakvøldinum 9. januar klokkan 22.00 til fríggjamorgun 13. januar klokkan 06.00.

 

Í morgin, týsdagin, verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin klokkan 23, 24, 02, 04, 05 og 05.30. Hetta í sambandi við flogrutuna.

 

Norðoyatunnilin er stongdur fyri ferðslu hvørja nátt frá mánakvøld 9. januar klokkan 22.00 til fríggjamorgun klokkan 06.00.

 

Í morgin, týsdagin, verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin klokkan 23, 24, 02, 04, 05 og 05.30.

 

(Tekstur: Føroya Politi á Facebook)