Løgreglan leitar eftir einum 12 ára gomlum dreingi. Hann var seinast sæddur í Norðragøtu á náttúrða í gjárkvøldið. Hann eitur Amen Zelalem Kassa, hann er 12 ára gamal og klæntrasligur. Hann er 160 sentimetrar høgur og hann hevur stutt, myrkt krúllut hár. Hann er ættaður úr Etiopia og hann tosar enskt, men hann skilur føroyskt.
Hann var í gráum jakka, svartari hettutroyggju, svørtum buksum og í svørtum Nike-skóm.
Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð hann, og tey kunnu ringja til løgrelguna á tlf. 114