Ta seinastu vikuna hava íslendingar fingið drúgva umrøðu kring heimin, tí teir valdu at skjóta tvær hvítabjarnir, sum eftir øllum at døma høvdu svomið úr Grønlandi til Norðurlandið í Íslandi Serliga djóravinir hava fýlst á, at báðar bjarnirnar blivu skotnar. Hesari umrøðu vilja íslendingar fegnir sleppa undan, og tí ætla teir ikki, at nøkur bjørn skal koma aftur til lands, uttan at teir vita av tí. Tí heldur sjóverjan nú eftirlit við leiðini norðanfyri.