Nú skal tað vera. Einki minni enn 17 mill. kr. verða komandi tríggjar vikurnar brúktar á føroyska landgrunninum til at loysa gordiska ?basaltknútin?, sum er at kunna síggja niður gjøgnum basaltløgini.
Oljusamtakið ?Faroes Partnership?, sum fevnir um Amerada Hess, Lasmo, Dong og Norsk Hydro hevur gjørt sáttmála við stóru seismikkfyritøkuna Geco Prakla, ið er partur av Schlumberger-samtakinum, um at gera rættiliga slóðbrótandi seismiskar kanningar við tveimum skipum.
Tey bæði skipini, sum eru russisk, komu á Havnina leygardagin og gera nú seismiskar kanningar í ein landsynning úr Føroyum.
Umleið 100 mans eru við teimum báðum skipunum. Talan er um eitt nýtt slag av seismiskum kanningum, har tú við at brúka tvey skip í senn til endamálið, kann fáa nógv meira burtur úr og vónandi loysa trupulleikarnar, sum framvegis eru í sambandi við at kunna síggja niður gjøgnum tjúkku basaltfláirnar.
Líknandi kanningar við tveimum skipum vórðu gjørdar fyri góðum tveimum árum síðani. Tá var tað Western, sum stóð fyri kanningunum, ið vórðu seldar øllum oljufeløgum, sum vildu síggja úrslitið. Nú hava tey fýra oljufeløgini heitt á Geco Prakla um at gera eina stóra nýggja kanning, sum bara tey fáa úrslitið av.
Endamálið er at útvega sær størri vitan um, hvat finst undir basaltinum, áðrenn ein fyrsta útbjóðing verður á føroyskum øki.
Chris Latkiewicz, sum starvast hjá Amerada Hess og tekur sær av tí føroyska økinum burturav, sigur við Sosialin, at feløgini vóna, at kanningarnar, sum nú verða gjørdar, fara at loysa upp fyri teimum trupulleikum, sum eru á føroyskum øki.
-Vit hava longu fingið nógvar upplýsingar um føroysku undirgrundina.Henda vitan er so mikið áhugaverd og lovandi, at vit eru sinnaðir til at brúka nógvar pengar uppá at finna ein kanningarhátt, ið ger, at vit betur kunnu síggja, hvat veruliga er undir basaltinum.
Chris Latkiewicz, sum er útbúgvin jarðfrøðingur og geofysikari, heldur tað vera rættiliga sannlíkt, at jarðfrøðin á føroyskum øki er meinlík henni vestan fyri Hetland og helst tann sama sum oljuførandi løgini á verandi oljuleiðunum Foinaven og Schiehallion vestan fyri Hetland.
Elefantar
Hann útihýsir ikki møguleikanum fyri at finna stórar oljukeldur, sum á oljumáli verða kallaðar elefantar, á føroyskum øki.
-Umstøðurnar fyri at finna heilt stórar oljukeldur er til steðar við Føroyar. Spurningurin er bara at kunna finna rætta staðið at bora, og hetta skal tveybáta seismikkurin hjálpa okkum við,
Uppá fyrispurning um teir hava sæð halan á elefantinum sigur hann, at teir hava sæð nøkur áhugaverd tekin, men at teir framvegis hava brúk fyri meiri upplýsingum fyri at vissa seg um, at her er nakað at fara eftir.
Chris Latkiewicz sigur, at teir arbeiða miðvíst við tilfarinum teir hava til taks. --Hetta er sera áhugavert, men vit hava brúk fyri at fáa eina størri vissu fyri, at tað, sum vit halda okkum síggja, er tað rætta.
-Um nú marknatrætan við bretar verður loyst og vit fáa eitt undirgrundarmark, sum meira ella minni fylgir verandi fiskimarki, kann ein so siga, at Føroyar eru á gáttini til at verða oljutjóð!
-Vit mugu bora, áðrenn vit kunnu koma til slíka niðurstøðu, men umstøðurnar eru sera góðar fyri at finna olju og gass í hesum økinum. Og tað er nettup tí, at so nógv oljufeløg framvegis vilja vera við í leiting við Føroyar.
Sum støðan er í dag, so býtir fiskimarkið Hvíta økið í helvt. Vit spurdu Chris Latkiewicz, hvussu stórir møguleikarnir eru at finna olju beint vestan fyri verandi fiskimark í mun til á landgrunninum nærri Føroyum!
-Av tí at her ikki eru forðingar við tjúkkum basalti, kunnu vit síggja nógv áhugavert í undirgrundini, men hetta merkir ikki, at møguleikarnir fyri at finna olju longur inni á føroyska landgrunninum eru minni. Vit hava her trupulleikan við tjúkka basaltinum, tó at vit longu halda okkum síggja nakað.
Chris Latkiewicz sigur seg vóna, at undirgrundarmarkið verður ásett skjótt, soleiðis at føroyingar kunnu finna fram til, hvørji øki skulu bjóðast út til leiting.
Hóast hann ikki ynskir at leggja seg út í politisku ósemjuna millum føroyingar og bretar um markið, so heldur hann føroysku sjónarmiðini um, at fiskimark og undirgrundarmark eru eitt og tað sama, vera rímulig. Tað hevði helst gjørt alt nógv einfaldari, um fiskimarkið og undirgrundarmarkið vóru tað sama.