Leita eftir hinum Pussy Riot-limunum

Í Russlandi leitar løgreglan nú eftir teimum limunum í tónleikabólkinum Pussy Riot, sum enn ganga leysir. Tað váttaði talsmaðurin hjá løgregøuni fyri fronsku tíðindastovuni AFP í dag.

Tríggjar av Pussy Riot-kvinnunum vórðu í síðstu viku dømdar tvey ára fongsul fyri eitt mótmælistiltak, sum tær hildu í einari kirkju í Moskva tann 21. februar. Tvær aðrar kvinnur vóru við teimum, men tað er ikki greitt, um tær tóku lút í sjálvum tiltakinum í kirkjuni.

Nikolai Polozov, sum er verji hjá Pussy Riot-kvinnunum, segði í dag, at tær tríggjar, sum fingu dóm fríggjadagin, fara ikki at biðja um grið. Verjin legði afturat, at dómurin verður lagdur fyri ein hægri rætt, so skjótt sum hann hevur fingið eitt avrit av honum.