Amerikanska løgreglan leitar eftir einum 10 mánaðar gomlum drongi, sum er horvin.
Teir sosialu myndugleikarnir í statinum Kentucky høvdu tikið drongin frá mammuni, men seinasta vikuskiftið slapp hann heim at vitja mammuna saman við einari kvinnu, sum arbeiddi hjá myndugleikunum. Men mánadagin varð kvinnan funnin deyð, og tann 10 mánaðar gamli drongurin var ikki at finna.
Men mamma drongin og sambúgvi hennara vóru heldur ikki at finna, og løgreglan ber ótta fyri, at tey hava tikið drongin við sær. Tí eru tann 33 ára gamla Renee Terrel og tann 23 ára gamli Christopher Wayne Luttrell eftirlýst í Kentucky og fleiri øðrum statum, skrivar AP.
Løgreglan vil ikki siga, um kvinnan, sum ansaði dronginum, var myrd, ella hvussu hon var deyð.