Leita eftir vitnum til harðskap í Havn

Løgreglan arbeiðir við trimum harðskapsmálum, sum eru fráboðað um vikuskifti.

– Vit vilja fegin frætta frá fólki, sum hava sæð okkurt til tvey harðskapsmál í Havn um vikuskiftið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Annað málið var í Essabarr, sigur vaktleiðarin. Har komu menn til ilnar og tann eini maðurin fekk so frægt av skaða, at hann fór undir læknahond á Landssjúkrahúsinum.

Tann seinni tilburðurin byrjaði niðri við Glitnir í Lítluvik, har fólk komu til ilnar. Illstøðan helt fram niðan ígjøgnum býin og í Steinatúni, Beint við Bitan, har fekk ein maður eina fløsku í andlitið, og stoyturin var so harður, at hann fekk skaða í tanngarðin.

Men løgregluni vantar vitni, sum kunnu hava sæð tilburðirnar, og vil tí fegin frætta fólki, sum kunnu hava sæð okkurt. Eisini vildi løgreglan fegin hava fatur á fleiri upptøkum frá vakmyndatólum.