Í útvarpinum hjá Kringvarpinum nú klokkan 18, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, at leitað verður framvegis eftir Dánjal Peturi Hansen í Saltangará.
42 ára gamli maðurin, sum vanliga verður róptur Piddi, er ikki komin afturíaftur, hóast løgreglan í gjárkvøldið bað fólk, sum kanska vistu okkurt um Dánjal Petur Hansen at siga, venda sær til teirra við upplýsingum.
Sambært útvarpinum í kvøld er maðurin seinast sæddur við rundkoyringina í Runavík leygardagin.
Løgreglan leitar við hundum, men enn eru bjargingarlið ikki komin upp í leitingina, tí løgreglan metir, at tað í fyrsta umfari hevði órógvað hundarnar.
Hugsandi er tó, at bjargingarfeløg sum frá líður koma við í leitingina eftir tí 42 ára gamla, Dánjal Peturi Hansen, ið sum nevnt sambært løgregluni hevur verið burtur síðan leygardagin.
Veit nakar um Pidda at siga, vil løgreglan fegin frætta frá viðkomandi.