Leitingin eftir Rógva er steðgað

Leitingin eftir 33 ára gamla havnarmanninum, Rógva Jacobsen, er nú steðgað. Hann varð eftirlýstur mikudagin eftir at ongin hevði sæð hann síðani seinnapartin týsdagin og síðani hevur verið leitað eftir honum í Havn, í Suðurstreymoy annars, í Vágum, bæði á landi og framvið landi.

Hesar seinastu dagarnar hevur verðið leitað í Vágum, eftir at ymsir lutir hjá Rógva Jacobsen funnir við Bøsdalafoss, eitt nú jakki, brillur, fartelefon og samleikaprógv.

Í gjár kom fráboðan um at onkur hevði sæð okkurt óvanligt við Oyrargjógv, men í gjár funnu tey einki.

Men klokkan fimm í morgun varð aftur farið á leitað bæði á landi og á sjónum, men har var onki at finna.

Dagfinn Petersen, nevndarlimur í Vága Bjargingarfelag, sigur, at tey eru givin at leita.

Løgreglan sigur, at tey eru eisini givin at leita og tað sama sigur MRCC.

- Nú gerst ikki meiri, sigur Dagfinn Petersen.

Hann sigur, at koma nýggir upplýsingar undan kavi, verður leitingin sjálvandi tikin upp aftur.

Rógvi Jacobsen er einar 170 cm høgur, hann er førur og hevur stutt til krúnrakað hár.

Hann hevur eitt eyðkenni á vinstra oyra, har hann hevur eitt sjónligt arr.

Hann hevur fýrakantaðar myrkar ella svartar brillur.

Seinast hann er sæddur var hann í grønum/hvítum jakka, myrkum kovboybuksum og gráligum skóm.

Veit nakar um Rógva Jacobsen at siga, er at boða løgregluni frá á telefon 351448.