Lekkur uppskrift uppá skons

Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum. Send okkum tína bestu uppskrift og frá eitt gávukort á 300 krónur frá Thomas Dam búnýti.

150 g av hveitimjøli

75 g av rugmjøli

3 tsk av bakipulvuri

1 egg

40 g av smøri

30 g sukur

1½ dl av mjólk

 

Elt alt tilfarið saman. Rulla deiggið út til ein umleið 2-3 cm tjúkkan runding, sum skal skerast í seks bitar. Set ovnin á 200 hitastig. Skonsini skulu bakast í 10-12 minuttir ella til kanturin er ljósabrúnur. Perfekt til mannin sum vil forkela konuna ein sunnumorgun. Vælgagnist

 

Uppskrift: Kristin av Kák