Lemmatrolarar kunnu loysa

Úrslitið av samráðingunum millum Felagið Lemmatrolarar og manningarfeløgini endaði við, at minni hýra verður til manningina, og manningin skal eisini luttaka í oljuni. Ein stóran part av gjárdegnum og langt út á síðstu nátt sótu manningarfeløgini á fundi við felagið hjá lemmatrolarum um nýggjan sáttmála.

Um 04-tíðina síðstu nátt varð so semja millum partarnar, og nýggjur sáttmáli kundi undirskrivast.

Nýggja avtalan sigur, at býtisprosentið lækkar úr 27 niður í 26%, og haraftrat skal manningin luttaka í oljuútreiðslunum, tá oljuprísurin fer upp um 3,85 fyri bunkringarliturin.

Aðrar smærri broytingar eru eisini í nýggja sáttmálanum, har yvirmannapartarnir eru lagdir í fasta prosentvísa legu - alt eftir, um skipini royna støk ella partrola.

Felagið Lemmatrolarar heldur, at nýggi sáttmálin ber á rætta borðið, tó at felagið kundi ynskt sær eina enn betri avtalu, og manningarfeløgini halda, at tey við nýggja sáttmálanum hava rætt hesum partinum av flotanum eina hjálpandi hond.