Álendingar innflyta prixið

Prix Føroyar er so fyrimyndarligt, at álendingar nú ætla sær, at skapa sína útgávu, ið tey vóna fer at hava líka stóran týdning fyri teirra mentan, sum Prix Føroyar hevur havt fyri Føroyar.

Tá Nordens Institutt saman við álendsku landspartastjørnini, býráðnum í Mariehamn og felagskapinum fyri ung í Álandi tóku stig til, at nú skuldi okkurt gerast fyri at menna rútmiska tónleikin í Álandi, var náttúrligt at hyggja at Prix Føroyum. Royndirnar sum Norðurlandahúsið hevur gjørt við Prix Føroyum, eru kendar í norðurlendskum høpi. Ein arbeiðsbólkur varð tí settur at skipa fyri tiltakinum, og Ulrika Lind, sum hóast sín unga aldur hevur nógvar royndir í norðurlendska samstarvinum, varð sett sum samskipari.
Hon hevur í hesið vikuni verið í Føroyum og tosað við m.o. Fróða Vestergaard um tiltakið. Hon hevur sæð videobondini av Prix Føroyum 2001 og 2003, og tosað við onkran luttakara, og hevur fingið sera nógvan íblástur.  Prix Føroyar er jú sera imponerandi, sigur Ulrika Lind.
 
Ymisk tónleikaumhvørvi
Hon heldur tó ikki, at tað ber til at kopiera tiltakið beinleiðis, onkrar broytingar mugu gerast, tí føroyski og álendski tónleikapallurin eru ikki líka. Í Álandi búgva 26.000 fólk, og umleið 5 fløgur av svingandi góðsku koma út um árið. Hetta er væl minnið enn í Føroyum. Eingi spælistøð eru heldur í Álandi, og hetta ger, at tað verður trupult at skipa fyri tiltakinum. Men hetta verður væntandi loyst, við at seta ein uttandura pall upp. Hon væntar at eini 2-3 innleiðandi umfør verða.
Men tey spæla við tankanum, um at skipa fyri tónleika verkstøðum, har bólkar og einstaklingar verða vegleiddir og fáa lagt lag á framførslu og annað, og at nakrir bólkar síðan verða valdir út at luttaka. Men enn er einki fastlagt. Tiltakið verður skapt í støðugum dialogi við tónleikaumhvørvið í Álandi.
 
Samstarv er møguligt
Ulrika sigur, at ætlanin er at fara undir tiltakið í apríl-mei. Hon hevur tí skund við at fyrireika. Ein av fyrstu avgerunum, ið tey skulu taka er viðvíkjandi vinningum. Her kundi hon hugsað sær, at vinnandi bólkurin eins og í Prix Føroyum vann tíð í upptøkuhøli t.d. í Føroyum. Eisini hevði verið áhugavert, at skipað fyri samstarvi, soleiðis at føroyski Prix vinnarin spældi í Álandi, og álendski vinnarin spældi í Føroyum ella enntá, at báðir vinnandi bólkar fóru á tónleikaferð saman. Møguleikarnir eru nógvir, eitt nú kann samstarv gerast við føroyskar festivalar, um at luttaka við dómarum og møguliga bjóða einum finalubólki á sín festival.
 
Óstøðugt sjónvarp
Ætlanin er at senda tiltakið í sjónvarpi. Men her eru trupulleikarnir nokkso stórir, ein álendsk sjónvarpsstøð er, men hendan sendir bert av og á, tí eru fólk ikki von at hyggja eftir henni. Í Álandi tosa fólk svenskt og tí hyggja tey, mest eftir svenskum og finsk/svenskum sjónvarpi. Álendska sjónvarpsstøðin hevur als ikki neyðuga førleikan ella útgerðina til at framleiða eina tílíka sending, og tí verður støðin noydd at leiga fólk og útgerð uttanifrá. Men Ulrika er sannførd um, at hetta nokk skal lukkast.

Útlendsk nøvn og útlendskir pallar
Tað finnast professionellir álendskir tónleikarar, men teir eru ikki búsitandi í Álandi, flest allir flyta antin til Finnlands ella Svøríkis har møguleikarnir at liva av tónleiki eru størri. Eisini hevur Áland fleiri góðar tónleikafestivalar, men hesir hava næstan bara luttøku av bólkum úr útlandinum, t.d. svenskir og finskir bólkar, og nógvir av áskoðarunum eru ferðafólk
 
Ætlar at menna tónleikapallin
Men nógvir ungir bólkar eru eisini, og her er nógv potentiali. Henda verkætlan er ein roynd at menna hetta potentialið. Hetta kann eisini vera við til, at gera vart við álendskan tónleik uttanlanda. Hon sigur, at sum er, hava hesir ungu bólkar ongar avbjóðingar, og teir eru svangir eftir, at okkurt skal henda. Tí er hetta í tøkum tíma, at tey eru farin undir at fyriskipa hesa avbjóðin. Ulrika sigur seg vera glaða fyri at sleppa at samskipa hetta tiltakið, og sostatt fáa møguleika at gera okkurt, sum stuðlar mentanarlívinum í Álandi.
Hon greiður frá, at hetta brýtur frá nógvum av teimum tiltøkum, sum vanliga verða fyriskipaði í norðurlendskum høpi. Ofta eru góðskukrøvini so høg, at tað av sær sjálvum gerst hámentan, og missir sambandið við mentanarumhvørvið, sum tildømis Prix Føroyar umboðar. Tí er tað stuttligt at sleppa at arbeiða við tílíkum sum hesum.
Ulrika sigur, at hon vónar, at kappingin í Álandi kann fáa líka stóran týdning fyri álendska tónleikalívið, sum Prix Føroyar hevur havt fyri tað føroyska.
 
Ætlar sær aftur til Føroyar
Hon væntar, at tá tey um stutta tíð hava funnið røttu karmarnar fyri tiltakið, og fingið seinastu fíggingina upp á pláss, kemur hon aftur til Føroyar á nýggja kanningarferð. Fyribils fíggja álendska heimastýrið, býraðið í Marieham, og Nordens Institut tiltakið. Men ætlanin er at finna nakrar aðrar stuðlar, soleiðis at fíggjarkarmurin verður í minsta lagi 100.000 evrur.