Lenny Kravitz skal spæla í Danmark

Fyrireikararnir av danska tónleikafestivalinum, Rock Under Broen, hava júst kunngjørt, at amerikanski sangarin, Lenny Kravitz, kemur at spæla sum á tónleikafestivalinum, ið verður tann 9. juni í Middelfart.

 

Onnur tónleikanøvn, sum fara at spæla á festivalinum, eru D-A-D, Rasmus Seebach, TV-2, Medina, L.O.C. og Burhan G.

 

Rock Under Broen er størsti eindagstónleikafestivalurin í Danmark. Ætlanin við festivalinum er at stuðla lokala fótbótlsfelagnum, Middelfart Fodboldklub.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð