Leo pávi noktar innbjóðing til friðarráðið hjá Trump

Vatikanið heldur, at tað fyrst og fremst er ST - og ikki friðarráðið hjá Donald Trump - sum skal handfara altjóða kreppur.

Leo XIV pávi á Pæturstorginum í Vatikaninum 18. februar 2026.

Leiðarin í katólsku kirkjuni, Leo pávi, fer ikki at luttaka í einum altjóða friðarráði, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett á stovn.

Tað segði Pietro Parolin, uttanríkisráðharri í Vatikaninum, við tíðindafólk fyrr í dag, sambært CNN.

Leo pávi hevði annars fingið bjóðað sæti í ráðnum, sum eftir ætlan skal virka sum ein alheims friðarvarðveitandi stovnur.

Orsøkin til avvísingina hjá pávanum er millum annað, at tað sambært Vatikaninum fyrst og fremst er ST, sum skal umsita altjóða kreppur.

– Tað er eitt av punktunum, sum vit hava hildið fast um, segði Pietro Parolin.

Trump stovnaði friðarráðið á heysti 2025 við tí endamáli, at tað skuldi standa á odda fyri uppbyggingini av Gaza eftir tvey ár við kríggi í palestinska økinum.

Endamálið hjá Friðarráðnum er síðani víðkað til eisini at fevna um aðrar altjóða kreppur.

Á odda fyri Friðarráðnum er Donald Trump, og í morgin hevur ráðið sín fyrsta fund í Washington, D.C.

Meðan Vatikanið hevur havnað innbjóðingini frá Trump, hava Italia og ES valt at luttaka í friðarráðnum sum eygleiðarar.

Uttanríkisráðharrin í Vatikaninum vísir á, at Vatikanið ikki fer at "luttaka í Friðarráðnum orsakað av sínum (Vatikaninum, ritstj.) serligu skipan, sum greitt ikki er tað sama sum hjá øðrum londum".

Vatikanið er eitt sjálvstøðugt ríki, hóast tað liggur mitt í høvuðsstaðnum í Italia, Róm. Umleið 1.000 fólk búgva í Vatikaninum.

Einastu fólkini, sum kunnu fáa ríkisborgararætt í statinum, eru fólk, sum arbeiða fyri katólsku kirkjuna og limir í herinum í Vatikaninum, Schweizergarden.

Leo pávi, sum er føddur í USA, hevur gjørt friðararbeiði til eitt miðdepil í sínum pávadømi og hevur áður sagt, at Sameindu Tjóðir "skulu hava ein miðdepil" í at fáast við altjóða ósemjur.

Fleiri onnur lond hava sýtt fyri at luttaka í friðarráðnum hjá Trump. Talan er millum annað um Bretland, Frakland, Spania, Noreg og Svøríki.

Millum tey, sum hava játtað at sita í friðarráðnum, eru forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, forsetin í Egyptalandi, Abdel Fatah al-Sisi, forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, forsetin í Argentina, Javier Miel, forseti í Ungarn, og Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn.

Harumframt eru umboð úr Saudi Arabia, Pakistan, Turkalandi, Jordan, Bahrein, Katar, Kosovo, Armenia og Paraguei eisini í ráðnum.

Sambært Trump skulu limalondini gjalda eina milliard dollarar - 6,3 milliardir krónur - innan trý ár fyri at vera verandi limir í ráðnum.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv hava gjørt tað, og tað er heldur ikki greitt, hvussu nógv møta upp til fyrsta fundin í ráðnum í mmorgin.

 

/Ritzau/

 

Leo XIV pávi á Pæturstorginum í Vatikaninum 18. februar 2026.