Lesa um familju og ætt á internetinum

Gongur sum ætlað ber til at lesa um ætt og ættartalvur á internetinum um ikki so langa tíð. Um vikuskiftið vóru ættargranskarar úr øllum Føroyum savnaðir á stevnu.

Føroyingar hava altíð verið ógvuliga áhugaðir í familju og ætt, og skjótt fáa tey, ið vilja vita nærri um ætt longur aftur í tíðina, høvi at melda seg inn í eitt felag.

Um vikuskiftið var stevna í Nesvík fyri ættargranskarar og telduáhugað, sum Tora Tourist saman við Sámali Bláhamar skipaði fyri. Uml. 30 fólk vóru á stevnuni, og endamálið við stevnuni var at savna tey, sum hava áhuga fyri ættargransking við tí í huga at stovna eitt felag, har hesi kunnu samskipa sítt arbeiði.

Á stevnuni varð tosað um, hvat endamál felagið skal hava, og drúgt tos varð um teir nýggju møguleikarnar innan EDV og internet, og hvussu eitt felag kann samskipa hesi viðurskifti. Fleiri luttakarar vóru ivasamir um, hvørjir upplýsingar eiga at verða lagdir út alment. Ein trímannanevnd varð vald til at fyrireika og kalla inn til ein stovnandi fund seinni í ár, helst í september. Tey eru Katrin Mørkøre, Randi Á . Jacobsen og Jógvan Andras Joensen.

Leygardagin setti Sámal Bláhamar stevnuna og fyrilestrar vórðu hildnir. Síðani greitti Turið Debes Hentze, formaður í Skrásetingareftirlitinum, frá, hvørjar lógir og fyriskipanir eru viðvíkjandi skráseting, sum jú er avgerandi í ættargransking. Niðurstøðan var, at ættargransking ikki kemur undir skrásetingarlógina.

Maria á Langanesi tosaði um ættargransking, sum hon hevur undirvíst í í 14 ár. Hon vísti á, at tað er neyðugt at hava eftirlit við skrásetingunum, sum verða lagdar úr á internetið og harvið til almenningin.

Poul Jákup Thomsen og Torkil Zachariasen greiddu frá nøkrum telduskráum til ættargransking, sum eru tøkar.

Stevnan varð hildin í leguhúsunum í Nesvík. Karmarnir um stevnuna vóru sera góðir. Ikki bert eru góðar umstøður at halda fyrilestrar og smærri arbeiðsbólkar, men eisini umstøðurnar at borðreiða við mati vóru frálíkar. Við vælvild frá Telefonverki Føroya var møguleiki at arbeiða á internetinum.