Lesa um olju á Handilsskúlanum

Í heyst verður skjøtul settur á nýggjar útbúgvingar á Føroya Handilsskúla. At byrja við í smærri pørtum, men við ætlan um eina støðuga víðkan av tilboðnum

Føroya Handilsskúli hevur seinastu 10-15 árini havt eina støðuga og miðvísa menning, har útbúgvingarførleiki skúlans er øktur alsamt. Sostatt ber í dag til at taka hópin av ymsum skeiðum hjá skeiðtænastu skúlans, umframt at eisini ber til at taka HD prógv á staðnum.


Oljuútbúgving

Nú er so ætlanin, at útbúgvingartilboðini skulu økjast enn meira, og í heyst verður skjøtul settur á fyrsta partin av eini nýggjari oljuútbúgving.

Útbúgvingin er liður í arbeiðinum hjá oljuútbúgvingarsamtakinum, og til tess at neyðugi serkunnleikin skal vera við í ætlanini, verður útbúgvingin gjørd í samstarvi við BI handilsháskúlan í Stavanger.

BI var upprunaliga ein vinnubúskaparligur skúli, men við tíðini er hesin útbygdur, og millum annað er skúlin millum fremstu skúlarnar í Noregi, tá umræður oljuútbúgvingar. Stavanger hevur jú síðani sekstiárini verið høvuðsbýurin í norskari oljuvinnu, og tí er við tíðini uppbygdur ein stórur serkunnleiki á júst hesum øki.


Tillagað samfelagnum

Seinastu dagarnar hava so tey bæði, Sigmund Rosnes og Ingvil Smines Josdal, verið í Føroyum, har tey saman við umboðum frá Handilsskúlanum hava lagt fyrstu partarnar av útbúgvingini til rættis.

At tað júst eru hesi bæði, sum eru á føroyavitjan, er so avgjørt ikki av tilvild. BI hevur sum vera man eitt ótal av útbúgvingar- og skeiðstilboðum, og flestu av hesum verður roynt at geva luttakarunum eina breiða vitan innan ymisk øki. Umframt hetta, so lata tey eisini sonevnd skræddaraseymað skeið, sum kanska bert eru ætlaði einum parti av vinnuni, ella onkrum ávísum øki, og hesum partinum av arbeiðinum stendur Ingvil fyri.

Sostatt er ætlanin, at útbúgvingar- og skeiðstilboðini, sum vera í Føroyum, skulu vera miðvíst tillagað teimum serføroysku viðurskiftunum, sum eru galdandi í Føroyum.

Í hesum sambandi er sjálvsagt neyðugt, at vinnan verður tikin við upp á ráð, og tað er í hesum sambandi, at Sigmun Rosnes er aktuellur. Tilknýti hansara til IB er nevnliga, at hann av og á heldur fyrilestrar av ymsum slag. Dagliga starvast hann sum leiðari hjá japanska oljufelagnum, AEDC, sum hevur deild í Noreg. Hann hevur ígjøgnum nógv ár fingið drúgvar royndir um, hvussu skúli og vinnulív kunnu samskipast.

Tey bæði greiða frá, at tað er av alstórum týdningi, at útbúgvingartilboðini veråa tillagaði samfelagnum, har tað fyrst og fremst er ætlanin, at tey skulu nýtast. Sosatt eru umboð fyri vinnuna eisini við í fyrireikingarabeiðinbum. Tó merkir hetta ikki á nakran hátt, at talan er um somikið serstakar loysnir, at hetta ikki kann nýtast í samband við víðari lesna aðrastaðni.


Víðka útbúgvingina

Ein partur av teimum tilbúgvingum, sum skulu gerast, nú ein føroysk oljuvinna eftir øllum at døma stendur fyri framman, eru tey sonevndu HMS-krøvini. Hetta eru krøv viðvíkjandi, heilsu, umhvørvi og trygd, sum verða sett eini oljuvinnu.

Føroya Handilsskúli hevur fingið til uppgávu at skipa fyri útbúgving á hesum økinum, og hetta verður eisini tað fyrsta, sum farið verður í holt við, sigur Ragnar Magnussen, stjóri á Handilsskúlanum.

Somuleiðis hevur BI fingið hesa uppgávu í Noreg, og tí kann hesin partur av nýggju útbúgvingini fara í holt rættuliga skjótt. Hetta tí krøvini hjá norsku og føroysku myndugleikunum ivaleyst fara at líkjast nógv á hesum øki.

Arbeiðið við hesum er longu komið nakað ávegis, og miðað verður eftir, at fyrsta kunningin hesum viðvíkjandi verður samstundis, sum avgerin um fyrsta útbjóðingarumfar verður kunngjørd. Fyrstu skeiðini verða so ætlandi hildin seinni í heyst.

Upp á longri sikt er ætlanin, at talan skal gerast um eina rættuliga útbúgving, møguliga sum partur av eini BA, men fyri fyrst verður talan í størstan mun um skeið av ymsum slag, sum tó eisini geva stig til framtíðar útbúgvingar.


Ræður um at vera við

Í hesum sambandi sigur Sigmund Rosnes, at tað er av alstórum týdningi, at virkir, sum kunnu gerast partur av eini møguligari oljuvinnu, hava starvsfólk við neyðuga førleikanum.

Í hesum sambandi verður ikki bert hugsað um tey virki, sum beinleiðis verða partur av vinnuni, men so at siga alt tað virksemi, sum á einhvønn hátt er avleitt av oljuvinnuni.


Samstarv báðar vegir

Sum nevnt, so hevur BI alstóran førleika at lata Handilsskúlanum, men talan verður als ikki um nakað einvegis samstarv.

Tey bæði, Sigmund og Ingvil, siga seg vera ovfarin av, hvussu nógv Handilsskúlan hevði at bjóða.

- Ikki tí, vit vóru beinanvegin áhuga, tá Handilsskúlin setti seg í samband við okkum, tí vit miðjað eftir at hava ein altjóða skúla, sigur Ingvil. Hon leggur tó afturat, at samstarvið so avgjørt ikki tykist minni spennandi nú, tí umframt at vera eitt samstarv tvørtur um landamørk, síggja tey nú eisini stórar møguleikar í at læna føreika og serkunnleika frá hvørjum øðrum.