Stór ónøgd valdar millum lesandi í Danmark um førda útbúgvingarpolitikkin. Tey lesandi eru ónøgd við lestrarstuðulin, broytingar í upptøkureglunum viðvíkjandi kvotu 2 skipanini og at útbúgvingarpolitikkurin verður stýrdur ov nógv eftir fíggjarlógini. Harafturat ynskja tey lesandi meira demorkrati, og at tey skulu koma undir arbeiðsumhvørvislógina.
Samtak
Mótmælisgongan var skipað sum eitt samtak millum fleiri áhugabólkar hjá teim lesandi í Danmark. Talan er um feløg hjá lesandi heilt frá studenaskúlastøði til lesandi á hægri lærustovnunum. Millum feløgini, ið vóru umboðaði, vóru Dansk Studerendes Fællesråd, Pædagogstuderendes LandsSammensluting, Lærerstuderendes Landskreds, Danske Gymnasieelevers Sammenslutning, Danmarks Elevorganisation og Landssammensltningen Af Kurusstuderende. So ikki kann sigast annað, enn at donsk lesandi vóru væl umboðaði frammanfyri Christiansborg mikudagin.
Lesnaður er fulltíðarstarv
Tey lesandi førdu fram, at hægri lesnaður er tað sama sum eitt fulltíðarstarv, og tískil halda tey, at peningaligi stuðulin eigur at verða mettur eftir hesum. Somuleiðis vístu mótmælisfólkini á, at øll eiga at hava somu rættindi at nema sær útbúgving, og tí eiga øll somuleiðis at hava somu rættindi til lestrarstuðul. Ført varð eisini fram, at sparingar viðvíkjandi lestarstuðulinum als ikki verða góðtiknar, hvørki tá talan er um næmingar á studentaskúlum og øðrum miðnámsútbúgvingum ella tá talan er um lesandi á hægri lærustovnum.
Lívsins skúli má góðtakast
Nógv, ið antin ikki hava fingið nóg gott prógv frá midnámsútbúgvingunnum, men í staðin hava nomið sær drúgvar lísroyndir á øðrum økjum, velja vanliga at søkja inn á hægri lærustovn gjøgnum kvotu 2 skipanina. Hetta er ein skipan, har umsøkjarin kann vísa á sínar lívsroyndir og greiða frá, hví hann ynskir júst ta ávísu útbúgvingina. Hesa skipan halda feløgini hjá teimum lesandi vera eina frálíka skipan, og tí eru tey ímóti, at hon verður broytt.
Tey lesandi siga, at kvotu 2 skipanin gevur øllum somu rættindi at nema sær útbúgving, líkamikið aldur og gjøgnumførdar próvtøkur. Tískil ynskja tey, at skipanin skal verða verandi sum hon er. Tey meta nevniliga, at kvotu 2 umsøkjararnir, ið hava heilt aðrar royndir enn tey við miðnámsprógvi, hækka góðskustøðið í útbúgvingunum á hægru lærustovnunum.
Skil á útbúgvingarpolitikkin
Lesandi í Danmark eru ógvuliga ónøgd við arbeiðslag stjórnarinnar innan útbúgvingarpolitikkin. Tey vísa millum annað á, at stjórnin fyri stuttum gav pláss fyri 20.000 lesandi afturat, uttan at hugsað varð um pláss, útgerð og annað líknandi. Hetta varð gjørt, tí Fíggjarmálaráðið ynskti at fáa fleiri lesandi inn á útbúgvingarstovnarnar, samstundis sum spart varð innan hetta økið.
Tey lesandi halda, at hetta oyðileggur góðskuna á útbúgvingunum, samstundis sum tað skúgvar rættindini hjá teimum lesandi til viks.
Fyri at sleppa undan, at slíkar støður stinga seg upp, skjóta tey lesandi upp, at Undirvísingarmálaráðið í tøttum samstarvi við tey lesandi sjálvt skipar ein útbúgvingarpolitikk. Tey vísa á, at Undirvísingarmálaráðið eigur at hava útbúgvingarpolitikk um hendi, meðan Fíggjarmálaráðið eigur at halda seg til fíggjarpolitikk og ikki útbúgvingarpolitikk.
Meira ávirkan
Tey lesandi vísa á, at tey ynskja meira ávirkan á politiksu skipanina í landinum. Her siga tey samstundis, at tað ikki bert eru lesandi á universitetunum, ið eru skikkaði at hava ávikan. Harafturímóti halda tey øll lesandi vera eins væl skikkaði at hava ávirkan, og tískil krevja tey, at øll lesandi fáa somu møguleikar at hava ávirkan á samfelagsskipanina.
Stórfundur
Eftir mótmælisgonguna uttanfyri Christansborg við herðrópinum "Nu er det nok!", varð farið í KB-høllina, har stórur kjakfundur varð hildin. Fundurin vardi frá klokkan 14 til klokkan 20 og endaði við stórari veitslu.
Fleiri lesandi føroyingar vóru við bæði til mótmælisgonguna og til veitsluna. Sum øllum kunnugt nema nógvir føroyingar sær hægri útbúgving í Danmark, og tí hevur danski útbúgvingarpolitikkurin eisini stóran áhuga millum føroyingar.