Eitt lesarabræv hjá Páll Ismarson Joensen í Sosialinum mánadagin er nú endað sum tingmál. Tórbjørn Jacobsen vil hava Jógvan á Lakjuni at greiða tinginum frá, hví hann í lesarabrævinum verður lagdur undir tilvitað at krógva skjøl fyri løgtinginum í einum ávísum máli. Hann verður eisini lagdur undir at hava lokkað Páll I. Joensen á loynifund á privtaum øki, har eingir embætismenn vóru hjástaddir, har loyniligu skjølini vórðu lisin upp fyri honum. Løgtingsmaðurin hjá Tjóðveldinum vil eisini hava at vita, hvat tað meinast við, tá sagt verður, at ?landsstýrismaðurin skipar fyri myrkaspæli og loynifundum av slagnum non existing meeting, sum Páll I. Joensen sigur seg hava upplivað.