Portalurin víðkaði í dag tænastuna við eisini at leggja út lesarabrøv á Portalin. Umframt at skriva tíðindi á Portalinum til undirsíðurnar aktuelt.fo, sportal.fo og planet.fo verða nú lesarabrøv løgd út, sum síggjast longri niðri á síðuni. Tænastan verður eisini víðkað enn meira við ljóðgreinum.
Eyðstein Johannesen á Føroya Tele, sum hevur ábyrgdina av tøkniliga partinum av Portalinum sigur, at Portalurin næstu dagarnar verður dagførdur, og at tilgongdin fer at taka eina góða viku, til alt er liðugt dagført.
Fólk, ið vilja senda lesarabrøv til Portalin, kunnu senda tey til post(at)sosialurin.fo