Letur upp fyri stuðli til fríøki

Fríøkið Úti í Grøv í Klaksvík fær kanska stuðul av einari nýggjari játtan á fíggjarlógini. Økið fór illa í nógva regninum í september

Nógva regnið í september skolaði ikki bara vegir og bilar burtur. Nógvur gróður fór illa í regninum, tá áir floymdu um áarbakkarnar, og friðaða økið Úti í Grøv í Klaksvík slapp heldur ikki snikkaleyst.

Stóra økið er serstakt, tí har er avbera fruktagott, og seinastu árini er nógv plantað Úti í Grøv. Skógrøkt landsins skógfriðaði økið í 1980, og seinnu árini hevur Klaksvíkar kommuna gjørt nógv við at hugna um og fríðka økið.


Skolaði burtur

Men í regninum 18. september var ein partur av gróðursetingini skolaður burtur, og tann vakri vøksturin er nú horvin, vísir løgtingsmaðurin Jógvan Lützen, løgtingsmaður úr Fólkaflokkinum, á í einum fyrispurningi til Bjarna Djurholm, landsstýrismann.

Jógvan Lützen spyr, um nakar møguleiki er fyri, at Klaksvíkar kommuna kann fáa fíggjarligan stuðul, so fríøkið kann endurreisast skjótast gjørligt.

Í svarinum sigur Bjarni Djurholm, at tað sum er ikki eru nakrir møguleikar fyri at veita stuðul, men í fíggjarlógini fyri næsta ár er ein nýggj konto, sum møguliga kann koma klaksvíkingum til hjálpar. 500.000 krónur eru settar av til træplanting, og hon er ætlað at stuðla bóndum og øðrum jarðareigarum til at planta trø og verja jørðina.

Bjarni Djurholm sigur, at um ein verkætlan um at endurreisa økið Úti í Grøv fellur undir endamálið við studninginum, so er møguleiki fyri at veita kommununi stuðul.

Av tí at reglurnar um stuðulin ikki eru endaliga ásettar enn, kann landsstýrismaðurin kortini ikki veita vissu fyri stuðlinum.


Fornminnini

í vanda

Í økinum Úti í Grøv eru eisini nógv fornminni. Talan er helst um toftir frá víkingatíðini, og hesi eru eisini í vanda, tá ið áin fer upp um áarbakkarnar, vísir Jógvan Lützen á í einum øðrum fyrispurningi til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann.

Tingmaðurin vil hava at vita, um landsstýrismaðurin kann seta pening av til útgrevstur av hesum fornminnunum, so tey ikki farast í ringum veðri.

Torbjørn Jacobsen sigur í svarinum, at ongar ætlanir eru um at fara undir útgrevstur Úti í Grøv, og at hetta í fyrsta umfari er nakað, sum Fornminnissavnið ger av út frá fakligum meginreglum. Hóast økið Úti í Grøv og fornminnini eru friðað, so hevur Fornminnissavnið ikki mett tað vera neyðugt at grava fornminnini út. Um hetta fer at verða gjørt ella ikki, kann landsstýrismaðurin ikki svara uppá. Men hann vísir á, at tað er viðurkend siðvenja, at øll kend fornminni í einum landi ikki verða grivin út. Nøkur eiga at fáa frið til komandi ættarlið at granska.

Landsstýrismaðurin sigur kortini, at Undirvísingar- og mentamálastýrið fer at fylgja við málinum, og tað má ikki henda, at fornminnini skola burtur, sigur hann.

Um myndugleikarnir koma til ta niðurstøðu, at fornminnini eiga at verða grivin út, so fer Tórbjørn Jacobsen at royna at fáa pengar til vega til útgrevsturin.