Sí her allar myndirnar frá síðsta degnum á ársins Summar Festivali. Her eru myndir frá hátíðarhaldinum av 15 ára føðingardegnum hjá Summar Festivalinum, øl-stafettini og konsertum frá í dag.
Supertramp legendan Roger Hodgson var á pallinum í áðni, og seinni verða m.a. VSJ, Hamradun og Páll Finnur Páll á skránni. Myndamappan verður dagførd so við og við, tá konsertirnar eru lidnar.
Jens Kristian Vang hevur tikið myndirnar, sum eru at síggja niðanfyri her.