Leyp á sjógv í spølni – mátti á sjúkrahús við tyrlu

Løgreglan mælir staðiliga frá hesum slagi av frítíðarítrivi

Í gjár varð ein ungur maður fluttur á Landssjúkrahúsi við tyrlu, tí hann hevði fingið skaða. Eitt serligt frítíðarítriv hevur tikið seg upp hjá nøkrum ungum fólkum – tað eru mest ungir menn, og tað er at finna sær eina høgan bakka, ella eina gjógv at leypa á sjógv av.

Í gjár vóru nakrir ungir mans farnir til Elduvíkar at leypa útav, men hjá tí eina manninum gekk galið.

Lopið var einar 20 metrar og løgreglan veit ikki um hann kom í nakað á vegnum, ella um hann kom skeivt niður, men hann fekk skaða.

Teir, sum vóru við honum, fingu hann í sjónum til sjúkrabilur kom á staðið, men portørarnir mettu, at tað var ikki ráðiligt at koyra hann á Landssjúkrahúsið við sjúkrabilinum.

Løgreglan sigur, at tískil sendu portørarnir boð eftir tyrluni, so síðani kom til eftir manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið. Løgreglan veit ikki, hvørjar skaðar hann fekk, men ábendingar vóru um ein ryggskaða.

Løgreglan sigur, at tey ávara staðiliga ímóti hesum slagi av frítíðarítrivi, tí tað er alt annað enn vandaleyst.

Har menninir vóru í Elduvík í gjár, var lopið einar 20 metrar, og løgreglan sigur, at tummilsreglan er, at eitt lop upp á 24 metrar er lívshættisligt, tí tá er stoyturin so harður, tá ið tú rakar sjógvin, at tú kanst fáa lívshóttandi mein, sama hvussu væl tú neyvt, tí kemur niður.

Løgreglan veit ikki í morgun, hvussu støðan hjá manninum er.