HB skal tó spæla í morgin, so møguliga er talan bert um fyribils leiðslu, sum EB/Streymur vann sær í dag.
Men á útivølli móti meistarunum ger tað neyvan sigurin minni søtan.
Talan var um rættilíga lívliga uppgerð fyri steðgin, men í seinna hálvleiki punkteraði Arnbjørn T. Hansen spenningin við málinm til 2-0, og eftir hetta hevði EB/Streymur fult tamarhald á støðuni.
Teir hava nú 14 stig fyri fyrstu seks dystirnar. NSÍ hevur 10 stig.