Leyst rør elvdi til oljudálking

Tað var eitt loysnað rør til ein hydrauliktanga á einum bili hjá IRF, sum elvdi til oljudálkingina í Eysturoynni í morgun.

IRF upplýsir, at orsøkin til, at bilførarin ikki varnaðist trupulleikan, var hon, at skipanin ikki er í nýtslu, meðan bilurin koyrir.

IRF boðaði politinum og átaksleiðaranum í Eysturkommunu frá um óhappið, og IRF átekur allan kostnað av at rudda upp eftir óhappið.

Dálkingin er í høvuðsheitum á landsvegateininum úr Leirvík til Skálabotn.