Johan Mortensen, Pf Restorffs Bryggjarí
Tiltakið ØLFAGNAÐUR á Hotel Føroyum seinasta vikuskiftið var sera væleydnað. Umleið 500 ølglaðir føroyingar fingu høvi at smakka upp á 22 ymisk sløg av øli, og fyri fyrstu ferð var fyriskipað ein almenn blindsmakking av pilsnarøli, har luttakararir kundu atkvøða um, hvønn øl tey hildu smakkaðu best. Urslitið var:
Royal hjá Unibrew: 131 atkvøður
Tarvur hjá Restorff: 112 atkvøður
Veðrur hjá Føroya Bjór: 94 atkvøður
Hof hjá Carlsberg: 66 atkvøður
Persónliga eru vit sera fegnir um góða undirtøkuna fyri Tarvinum, hesum sera vælsmakkandi pilsnarinum við munchernermalti.
Hotel Føroyar eigur stórt rós uppiborið fyri hetta stóra tiltak, ølinum at frama, og tað er at vóna at hetta verður eitt árligt afturvendandi tiltak. Bert spell at Hotel Føroyar og fjølmiðlarnar eru siktaðir fyri brot á rúsdrekkalógina fyri at lýsa við hesum óføra tiltaki. Enn eitt dømi uppá at okkara rúsdrekkalóg er avoldað og vóna vit at Vinnumálaráðið fer at taka stig til at broyta hana í heyst.
Tað er at fegnast um at áhugin her á landi fyri øli er støðugt vaksandi.