Liðformaðurin skoraði sigursmálið

1. DEILD: FC Hoyvík reisti seg ímóti KÍ, sum so svaraði aftur og fór við øllum

FC Hoyvík hevur fleiri ferðir víst seg at hava gott tak á teimum næstbestu hjá KÍ, hóast munurin á liðunum sambært støðutalvuni hevur verið stórur.

Í kvøld vitjaði KÍ á vøllinum í Hoyvík, og klaksvíkingar eru á veg til hús aftur til 3-2 sigri.

Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur 20 stig og er á heiðursmerkjaplássi, meðan FC Hoyvík hevur fimm stig og er næstaftast.

Tá ið eitt stórt korter var farið, var KÍ frammanfyri 2-0. Dávid Langgaard setti hol á longu í øðrum minutti eftir upplegg frá Fróða Mørkøre, og Kristian Svabo Samuelsen økti til 2-0 eftir upplegg frá vongverjanum í høgru Gunnari Christiansen. Kristian avloysti skadda Hjalgrím Elttør í fjúrtanda minutti, og tveir minuttir seinni var hann málskjútti.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki minkaði FC Hoyvík um munin. Villiam Emil Klein var málskjútti, og Kristin R. Mouritsen átti uppleggið.

Kristin R. Mouritsen átti eisini uppleggið, tá ið Hugin Ferber níggju minuttir eftir steðgin javnaði til 2-2.

KÍ skoraði sigursmálið til 3-2, tá ið tað restaði eitt korter. Málskjútti var KÍ liðformaðurin Kristoffur Jakobsen.

Í 12. umfari fær KÍ vitjan av AB, og FC Hoyvík skal spæla í Leirvík ímóti Víkingi.

 

https://www.in.fo/myndasavn/