Nýggja HB ættarliðið skal í fyrstu týdningarmiklu royndina í Fuglafirði sunnudagin. Í steypasigrinum móti VB/Sumba síðsta leygardag var liðformaðurin, Janus M. Joensen, ikki tøkur. Nú er hann við aftur. Men tað er ikki púra givið, at hann fær plássið í vinstra verjuborði, tí avloysarin, 18 ára gamli Poul Thomas Dam (lítli beiggi hjá Jan C. Dam), hevur staðið seg ógvuliga væl.
Sammett við síðsta leygardag er Vagnur Mohr Mortensen tøkur aftur. Hann verður í miðverjuni saman við Rasmusi Nolsøe. Kári Nielsen er leikbannaður eftir útvísingina síðsta leygardag, so talan verður um kapping á miðvøllinum millum ungar og í fremstu røð lítið royndar miðvallarspælarar.
Verjuspælararnir Áki Petersen og Jonn Thomsen eru skaddir og hava ikki vant í Fuglafirði í hesum mánaðinum. Merkisvert er tað, at fýra klaksvíkingar eru við í kappingini um plássini á besta ÍF liðnum. Tað hevur fingið altíð skemtingarsomu klaksvíkingarnar og fuglfirðingarnar at kalla felagið í Fuglafirði fyri KÍF! Umframt Karstin Joensen í málinum eru teir Tórur Lervig, Julian Samuelsen og Arnhold Joensen. Teir vóru allir á vøllinum síðsta leygardag, tá ið ÍF á Svangaskarði misti plássið í steypakappingini.