Óli Hammer leggur frá sær

Smyril Line skal hava nýggjan stjóra. Óli Hammer leggur frá sær, og samráðingar eru í gongd við eitt nýtt stjóraevni, sigur nevndarformaðurin

Óli Hammer leggur frá sær eftir góð 22 ár sum stjóri í Smyril Line. Samráðingar eru millum nevndina og eitt nýtt stjóraevni, sigur nevndaformaðurin í Smyril Line, Klæmint Weihe.
- Stundin er komin at lata yngri kreftir sleppa framat. Eg havi verið stjóri í Smyril Line í meira enn 22 spennandi ár. Tá vit telja árini sum skipari á Smyrli við, so havi eg tikist við ferðafólka- og farmaflutning á Norðuratlantshavinum í meira enn 30 ár, og nú er tíð at fara, sigur Óli Hammer í tíðindaskrivi, sum hann saman við nevndarformanninum í Smyril Line sendi fjølmiðlunum hósmorgunin.
Spurdur um stjórin er trýstur úr starvinum orsakað av støðuni, Smyril Line í seinastuni hvur verið í, svarar nevndarformaðurin, Klæmint Weihe, at tað, sum stendur í tíðindaskrivinum er tað, sum partarnir eru komnir á samt um, og einki annað verður sagt um tað.
Óli Hammer hevur verið ímyndin av Smyril Line, síðan hann í 1982 saman við øðrum tók stig til at stovna felagið. Smyril Line varð stovnað 1. november 1982 við Óla Hammer sum stjóra. Undan tí var Óli Hammer skipari á Smyrli, sum var byrjanin til ta ferðafólkarutuna, ið Norröna, síðan hon kom, hevur røkt.
Óli Hammer leggur fá sær, samstundis, sum vissa er fingin fyri, at tað framvegis fer at standa Tórshavn, og at Merkið fer at veitra á reyvini á Norrönu.
Nevndin í Smyril Line og Óli Hammer, fráfarandi stjóri, siga, at tey eru samd um, at løtan nú er tann rætta til stjóraskiftið.
Hóast Óli Hammer nú leggur frá sær sum stjóri, fer hann framhaldandi at virka sum ráðgevi hjá felagnum, tað, sum eftir er av hesum árinum.