ÓLI HOLM ER NÝGGI LANDSSTÝRISMAÐURIN

Tjóðveldisflokkurin hevur nú gjørt av, at Óli Holm, varaskúlastjóri í Vági, verður nýggjur landsstýrismaður í mentamálum.

Málið varð í gjár viðgjørt í aðalstjórn, floksstjórn og tingbólki floksins.

Óli Holm verður tann triði landsstýrismaðurin eftir at fyrst Signar á Brúnni mátti leggja frá sær og síðani Tórbjørn Jacobsen.

Í komandi viku verður gjørt av, nær Óli Holm tekur við starvinum

Óli Holm hevur verið virkin í Tjóðveldisflokkinum í mong ár. Hann hevur verið sitið sum formaður í Aðalstjórn Tjóðveldisfloksins síðan 1993. Tá skipan Tjóðveldisfloksins herfyri varð broytt, gjørdist hann eisini næstformaður í Tjóðveldisflokkinum.

Óli Holm er 56 ára gamal. Hann er útbúgvin lærari av Nørre Nissum Seminarium og hevur starvast sum varðaskúlastjóri í Vági, síðan 1973.

Óli Holm er eisini virkin í ítrottarhøpi. Í mong ár spældi hann við 1. deild hjá VB. Eftir at vera givin sum aktivur leikari, hevur hann eisini virkað í leiðarahøpi í mong ár. Hann hevur fleiri skifti verið formaður í VB og síðan 1986 hevur hann verið nevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya.

Óli Holm er giftur við Elise og tey eiga 4 børn.