Liðið er sett

(Kiev, Ukraina): Út frá venjingini í gjárkvøldið tykist landsliðsvenjarin at hava bestemmað seg. Liðið sær soleiðis út:

 

Jákup Mikkelsen ? Johan Troest Davidsen, Óli Hansen, Jón Rói Jacobsen, Einar Hansen ? Símun Samuelsen, Mikkjal Thomassen, Atli Danielsen, Christian Høgni Jacobsen ? Rógvi Jacobsen, Christian Lamhauge Holst.

 

Hetta var í hvussu so er tað, sum kom til sjóndar undir venjingini á tjóðarleikvøllinum í Kiev týskvøldið. Mikkjal Thomassen er tøkur, Johan Troest Davidsen tað sama so Christian Høgni Jacobsen sleppur longur fram á vøllin at royna seg.

Óli Hansen tykist at vera sjálvsagda valið fyri Fróða Benjaminsen, og Atli Danielsen tað sama fyri Súna Olsen.

Jógvan Martin Olsen hevur tó ikki váttað, at hetta verður liðið móti Ukraina í kvøld, men út frá venjingini í kvøld at døma, fær liðið valla sæð øðrvísi út.