Liðið hjá Allan er fremst

Enn restar eitt umfar av FM kappingini í bridge, men eftir stigatalvuni at døma, er liðið hjá Allani Dal-Christiansen í løtuni best í Føroyum

 

BRIDGE


FM lið

Tey seinastu umførini í innleiðandi FM kappingini fyri lið vóru leikt um vikuskiftið í skúlanum í Runavík.

Liðið hjá Allani Dal-Christiansen vann 1. deild, men hóast hetta eru teir kortini ikki føroyameistarar enn. Enn er eitt umfar eftir at leika millum fýra tey fremstu liðini. Á liðinum hjá Allani leika Per Kallsberg, Dánjal Pauli Mohr, Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen.

2.deild vann liðið hjá Jónu Grunnveit. Á liðnum hjá henni leika eisini Jógvan Juel Rasmussen, Eyðun Jensen, Eyðun Joensen, Høgni Hansen og Øssur Winthereig.


Úrslitini vóru hesi:


1.deild

Allan Dal-Christiansen ? Oddmar Danielsen 17-13

Símin Lassaberg ? Farodane 21-09

Carl Mikkelsen ? Gunnar Mouritsen 12-18


Oddmar Danielsen ? Gunnar Mouritsen 08-22

Farodane ? Carl Mikkelsen 25-05

Allan Dal-Christiansen ? Símin Lassaberg 16-14


Símin Lassaberg ? Oddmar Danielsen 25-04

Carl Mikkelsen ? Allan Dal-Christiansen 12-18

Gunnar Mouritsen ? Farodane 15-15


Støðan í 1.deild:

1. Allan Dal Christiansen 203

2. Símin Lassaberg 181

3. Farodane 177

4. Carl Mikkelsen 140

5. Gunnar Mouritsen 119

6. Oddmar Danielsen 63



2.deild

Hanus Bærentsen ? Gullkonto 18-12

Jóna Grunnveit ? John Reid Skoralíð 19-11

Henny Egholm ? Haldur Ellingsgaard 18-12

Eyðun Anthoniussen ? Danny Transport 17-13


Henny Egholm ? Hanus Bærentsen 20-10

Danny Transport ? Haldur Ellingsgaard 00-18

Jóna Grunnveit ? Gullkonto 13-17

John Reid Skoralíð ? Eyðun Anthoniussen 12-18


Hanus Bærentsen ? Jóna Grunnveit 14-16

Eyðun Anthoniussen ? Gullkonto 25-03

Danny Transport ? Henny Egholm 00-18

Haldur Ellingsgaard ? John Reid Skoralíð 20-10


Støðan í 2.deild:

1. Jóna Grunnveit 280

2. Hanus Bærentsen 262

3. Eyðun Anthoniussen 234

4. Henny Egholm 203

5. Haldur Ellingsgaard 181

6. Gullkonto 175

7. Danny Transport 152

8. John Reid Skoralíð 144


Finalurnar í FM kappingini fyri lið verða spældar í Klaksvík vikuskiftið 23. og 24. mars. Tey fýra liðini í FM bólkinum hava stigini frá innanhýsis dystunum í innleiðandi kappingini við sær í endaumfarið. Har er støðan hendan:


1. Allan Dal-Christiansen 112

2. Farodane 90

3. Símin Lassaberg 86

4. Carl Mikkelsen 72


Í Klaksvík skulu tey bæði fremstu liðini í 2.deild og tey bæði aftastu í 1.deild í ein upp- og niðurflytingarbólk at spæla ein dyst móti hvørjum øðrum um tvey pláss í 1.deild komandi kappingarár.


Nýggj kortblandimaskina

Ta seinastu tíðina hava kortini til FM kappingarnar verið hondgivin, men FBS hevur nú keypt nýggjan kortblandara. Kortini, ið spæld vóru í Runavík, vóru tí teldugivin. Ymist er, hvat fólk halda um hetta. Summi vilja vera við, at teldan gevur heldur nógvar skeivar hendur. Serliga kortini, sum spæld vóru í 2.deild, høvdu nógvar skeivar hendur. Men her skulu vit síggja eitt spæl frá kappingini í 2.deild, sum tó ikki var so óvanligt.


V/allir

Norðan

862

T73

AKT54

A2

Vestan Eystan

KQJ54 AT93

AJ642 AJ642

- J32

T87643 K

Sunnan

7

KQ8

Q9876

QJ95


NS: Jógvan Juel Rasmussen og Jóna Grunnveit

EV: Steingrím Weihe og Símin Hansen


V N E S

pass 1rú D 4rú

4sp pass pass 5rú

pass pass D pass

pass pass


Eystan spældi spA út og skifti til trumf. Norðan tók á hondini, spældi spaðara til trumf, rútara til essið, trumfaði tann seinasta spaðaran og tók síðan rúQ.

Jógvan Juel hugsaði nú sum so, at líkindini vóru ikki góð fyri at vinna kontraktina. Eystan hevði upplýsingarduplað, og var tí lítil ivi um, at hann hevði klK. Men ein duplaður niður var jú eisini eitt gott offurmeld móti 4sp. Fyri at tryggja sær, at hann ikki fór fleiri niður, spældi hann kleyvara til essið. Ætlanin var at kasta ein hjartaratapara undir klQ, men tá klK fall undir essið, vann kontraktin.

Í hinum rúminum spældu EV eisini 5rú, sum fór ein niður, tá spælførarin klípti eftir kleyvara kongi.


FM fyri blandað pør (mix)

Eftir kappingarskránni hjá FBS verður FM kapping fyri blandað pør, tað sum vit fyrr kallaðu mix-kapping, í Bridgehúsinum í Havn leygardagin 3. mars. Freistin at melda seg til hesa kappingina er úti 28. februar. Tey, ið ætla sær at spæla við, kunnu ringja til Marjuna Restorff, tel 31 91 42, ella skriva seg á lista, ið hongur uppi í Bridgehúsinum.


NM fyri unglingar

Norðurlendska kappingin fyri unglingar (U-25), verður í Svøríki í juni. Hendan kappingin verður spæld annaðhvørt ár. Fyrstu ferð føroyingar sendu lið til hesa kappingina var í 1993. Fyrra árið, tá kappingin í Íslandi, sendu vit einki lið til kappingina. Ein trupulleiki við luttøkuni í hesi kappingini er, at vit hava ov fáar unglingar. Annar er, at kappingin er í próvtøkutíðini. Men vit hava frætt, at arbeitt verður við at fáa eitt lið við til kappingina í summar. Vónandi fer hetta at eydnast. Teir føroysku unglingarnir hava áður staðið seg avbera væl í NM kappingini, og tó at vit ikki eiga nógvar unglingar, so kunnu teir nú manna eitt sterkt lið við spælarum, sum allir hava leikt í 1.deild í vetur.