Føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini leiktu bæði javnt í kvøld.
Heini Vatnsdal var við frá byrjan hjá Fremad Amager sum leikti málleysan javnleik á útivølli móti Hvidovre.
Viljormur Davidsen var við frá byrjan tá Vejle í grannauppgerð á útivølli í Kolding leikti javnleik 1-1. Kolding kom á odda 1-0 beint áðrenn steðgin. Tá ein tími var leiktur javnaði Lukas Jensen fyri Vejle til 1-1, ið gjørdist endaliga úrslitið.
Vejle Folkeblad skrivar, at Vejle hevði ilt við at skapa teir stóru málmøguleikarnar í kvøld.
Finnur Justinussen sat á beinkinum og fekk onga spælitíð fyri Roskilde FC sum á heimavølli tapti 2-3 móti HB Køge. Í steðginum var støðan 1-1. Roskilde FC kom á odda 2-1 tíðliga í seinna hálvleiki, men tá tað var liðugt hevði HB Køge vent dystinum og hevði vunnið 3-2.
Komandi sunnudag tekur Vejle móti Skive. Fremad Amager spælir móti HB Køge á útivølli. Roskilde spælir á útivølli móti Hvidovre.
Støðan:
Nr. | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | Kolding | 5 dystir | 4 | 1 | 0 | 11:6 | 13 stig | |
2. | Viborg | 5 | 3 | 2 | 0 | 8:2 | 11 | |
3. | Nykøbing | 5 | 3 | 1 | 1 | 12:8 | 10 | |
4. | Fredericia | 5 | 3 | 1 | 1 | 10:6 | 10 | |
5. | Skive | 5 | 2 | 2 | 1 | 5:4 | 8 | |
6. | Fremad Amager | 5 | 1 | 3 | 1 | 5:5 | 6 | |
7. | Vejle | 5 | 1 | 2 | 2 | 8:8 | 5 | |
8. | Roskilde | 5 | 1 | 1 | 3 | 8:11 | 4 | |
9. | HB Køge | 5 | 1 | 1 | 3 | 6:10 | 4 | |
10. | Næstved | 5 | 1 | 1 | 3 | 4:9 | 4 | |
11. | Hvidovre | 5 | 0 | 3 | 2 | 4:6 | 3 | |
12. | Vendsyssel | 5 | 1 | 0 | 4 | 2:8 | 3 |