Talv
Havnarmenn og kollfirðingar vunnu seg fram í oddin eftir sigrar í fyrsta umfarinum í FM-liðkappingini. Í Havn møttu toftamenn upp uttan sterkasta kortið, Jens Kristian Hansen. Wenzil Højgaard mannaði tí fyrsta borðið. Kortini megnaðu toftamenn at skava eitt stig saman Aldursmunurin millum veteranin Jústines Hansen og unga talentið Helgi D. Ziska, ið hittust á 3. borði, er yvir 60 ár! Úrslitið varð javnleikur.
Kollfirðingar vunnu væntaðan sigur á hvalvíkingum, 3-1. Hans Kristian Simonsen tykist at halda stimanum eftir OL. Hann vann nevnliga á Finnbjørn Zachariassen. Martin Brekká vann hvalvíkingum stigið við at vinna á Torbjørn Thomsen.
Bæði vestmenningar og serliga klaksvíkingar vóru skerdir í dystinum teirra millum. Klaksvíkingar - uttan Eyðun Nolsøe, Ólavur Simonsen, Steintór Rasmussen og Rana Nolsøe - vunnu 2,5 - 1,5. Finnbjørn Vang leikti javnt móti John Rødgaard. Rani Baldursson avgjørdi dystin á 4. borði, tá hann vann á Jón Mikkelsen.
Frálík kappingarbyrjan
Talvfelagið Føroyar, sum er í talvelituni í Danmark, leikti sínir fyrstu tveir dystir í ´skakliguni` um vikuskiftið. Í mun til kappingarárið í fjør, eru Eyðun Nolsøe og norski stórmeistarin Einar Gausel ikki við á liðnum. Av fíggjarligum orsøkum bar ikki til at halda fast í Gausel. Eyðun verður helst at síggja á klaksvíksliðnum í vetur.
Telvað varð dupultumfar í Århus. Leygardagin hittu vit uppflytararnar Nordre, eitt sigursvant felag úr Århus. Vit ætlaðu okkum sigurin, men úrslitið varð 4-4. Eitt skiftið høvdu vit fyrimun á flest øllum borðum, men javnleikur var kanska rætta úrslitið. Nikolaj Borge, Flóvin Tór Næs og Carl Eli N. Samuelsen vunnu. Heini Olsen og Martin Poulsen, sum steðgaði á í Danmark eftir talvolympiaduna, leiktu javnt, meðan John Arni Nilssen, Heini Danielsen og Terji Petersen taptu.
Sunnudagin lá ikki fyri hjá Nikolaj at telva og tí vórðu boð send eftir eykaleikaranum Pól Martin Hansen.
Mótstøðuliðið Skolerne, Århus, hava mist nakrar stuðulsleikarar, men vóru kortini sterkari enn vit á øllum borðum. Tí var 5-3 sigurin hjá okkum í roynd og veru eitt lítið bragd og sjálvandi eisini sera kærkomin. John Arni stutt sagt niðurspældi sterka altjóða meistaran Karsten Rasmussen á fyrsta borði. Danin kundi lagt kongin eftir einans 15-20 leikum, men treiskaðist eitt sindur aftrat. Flóvin, Martin, Carl Eli og Terji Petersen vunnu eisini síni talv, meðan Heini O., Heini D. og Pól Martin taptu.
Úrslitið viðførir, at føroyska liðið er á triðja plássi við 9 stigum. Triðja umfar verður 5. desembur og tá verður mótstøðuliðið Helsingør, sum yvirraskandi er á 2. plássi. Fremstir eru meistararnir Helsinge.
Úrslit og støður:
1. umfar
Vestmanna - Klaksvík 1,5 - 2,5
Havnin - Toftir 3-1
Kollafjørður - Hvalvík 3-1
Støðan:
Kollafjørður 3,0
Havnin3,0
Klaksvík 2,5
Vestmanna1,5
Toftir1,0
Hvalvík1,0
Skak-ligan
1. umfar:
Brønshøj - SK 1968 2,5-5,5
Helsinge - K41 7,5-0,5
TF Føroyar - Nordre 4,0-4,0
Helsingør - Skolerne 4,5-3,5
2. umfar:
K41 - Brønshøj 2,5-5,5
SK 1968 - Helsinge 2,5-5,5
Nordre - Helsingør 2,5-5,5
Skolerne - TF Føroyar 3,0-5,0
Støðan:
1. Helsinge 13,0
2. Helsingør 10,0
3. TF Føroyar 9,0
4. SK 1968 8,0
5. Brønshøj 8,0
6. Nordre 6,5
7. Skolerne 6,5
8. K 41 3,0