Óli: Lat bara týskararnar koma

Hóast avrikið móti litavum ikki var nakað at reypa av, so er liðskiparin á landsliðnum als ikki bangin um, at virðingin fyri týskarum fer at verða ov stór

KAUNAS: At síggja føroyska landsliðið spæla fyrra og seinna hálvleik leygardagin, var sum dagur og nátt. Serstakliga seinasta triðingin av dystinum gjørdist talan um eitt satt føroyskt trýst á litaviska málið.
Eftir dystin fingu vit orðið á føroyska liðskiparan, Óla Johannesen og spurdu hann, hvør orsøkin var til, at tað var somikið stórur munur á báðum dystarhálvunum.
- Í hálvleikinum ásannaðu vit allir, at her mátti okkurt henda. Tað, sum vit høvdu víst fram til tá, var snøgt sagt ikki nóg gott. Móti Skotlandi vístu vit, hvat vit megna, tá spælið hjá okkum riggar, og allir sum ein vóru vit samdir um, at vit ikki vístu í nær námind sama spæl hesaferð.
- Í seinna hálvleiki eydnaðist tíbetur hjá okkum at reisast. Teir megnaðu heldur ikki at halda somu ferð á spælinum alla tíðina, og tá teir møddust, vóru tað so avgjørt vit, sum vóru við yvirlutan, og eg eri vísur í, at fingu vit skorað eitt mál, so hevði seinasta løtan blivið heilt spennandi.
Serstakliga í fyrra hálvleiki sást føroyski skiparin hava nakrar orðadráttir við dómaran, og tá vit eftir dystin spurdu um hetta, helt Óli fyri, at hann noyddist at gera okkurt.
- Hasin dómarin var nú ikki serliga góður.Teir fingu allar teir smáu dómarnar til sín fyrimun, og hetta royndi eg at vísa á. Og eg helt eisini, at vit fingu okkurt burturúr hesum. Í øllum førum gjørdist hann meira uppmerksamur uppá, hvat hinir gjørdu, so tosið hjá mær tænti sínum endamáli í so máta.

Ræðast ongan
Tá spælið gekk somikið illa móti Litava, kundi onkur kanska óttast dystin móti týskarum, sum nú er á skránni, men Óli Johannesen helt tó ikki, at hetta var nakað at óttast.
- Sjálvandi vita vit, at tann dysturin er enn torførari, men hetta er ein uppgáva, sum vit hava glett okkum til leingi. Her sleppa vit at spæla móti nøkrum av heimsins bestu leikarum, og tað er altíð nakað, sum man gleðir seg til. Og eg eri púrasta vísur í, at innsatsturin frá hvørjum einstøkum leikara verður 100% til tann dystin. Tað eigur hann sjálvandi altíð at vera, men onkursvegna var tað bara ikki so, tá vit byrjaðu dystin leygardagin, og tað var stórt spell.
Spurdur, um virðingin fyri týsku stjørnunum ikki kann gerast ov stór, sigur Óli, at tað er hann ikki bangin um.
- Vit skulu sjálvandi altíð hava virðing fyri mótstøðuliðunum. Vit kunnu snøgt sagt ikki loyva okkum at lata vera. Men hinvegin haldi eg ikki, at tað er so at vit óttast nakran. Vit eru eftir hondini nógvir á liðnum, sum hava verið við nóg so leingi. Og sjálvt um vit nokk ongan tíð hava hitt eitt so sterkt lið, so hava møtt nógvum góðum leikarum, og vit vita, hvat vit sjálvir kunna, so eg ivist ikki í, at vit fáa ein góðan dyst mikudagin, sigur Óli Johannesen at enda.